Føroyar eru eftirbátur, tá tað snýr seg um kvinnur í lógggevandi tinginum. -Um vit samanbera, hvussu nógv tingfólk eru konufólk í Norðurlondum, eru Føroyar eftirbátur í ríkiligt mát, skrivar Hagstovan á heimasíðuni og leggur afturat, at í 38 av 43 europeiskum londum eru konufólkini frægari umboðað á tingi enn í Føroyum.
Í Svøríki eru konufólkini nærum líka nógv sum mannfólkini, og í Íslandi er triði hvør tinglimur konufólk. Í flestu Norðurlondum eru eini fýra av hvørjum 10 tinglimum konufólk. Men í Føroyum harafturímóti er tíggjundi hvør tinglimur konufólk.
Í europeiskum høpi eru Føroyar, sum bert hava tríggjar løgtingskvinnur og onga kvinnu í landsstýrinum, í næstniðasta bólkinum, framman fyri Malta og Albania. Aftast í Europa er Turkaland.