Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, AMEG, vanliga nevndur Samhaldsfasti, hevur avgjørt at hækka útgjaldið úr grunninum úr 4.025 krónum upp í 4.145 krónur um mánaðin. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 49.740 krónur. Hækkingin kemur í gildi 1. januar.
Í 2016 rindaði AMEG 360 milliónir krónur í eftirløn, meðan útreiðslurnar í 2017 eru mettar til at verða 379 milliónir krónur.