Eftirlýsingin hjá Føroya Symfoniorkestrin er avblást
Eftir at Portalurin nú seinnapartin skrivaði um Føroya Symfoniokestur, sum manglaði eina skrivimaskinum av tí góða, gamla slagnum, fór telefonin hjá teimum at ringja og tað tók teimum ikki langa tíð at finna eina.
Tað var nú seinnapartin, at vit skrivaðu, at Føroya Symfoniorkestur var komið í neyð, tí tey leitaðu eftir eini gamlari skrivimaskinu, sum tey skulu brúka á familjukonsertini í Ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin.
Bernharður Wilkinson, sum stjórnar orkestrinum, sigur, at eitt stykki, tey ætla at spæla er The Typewriter.
Í hesum stykkinum er solo-ljóðføri ein gomul skrivimaskina, men tær eru ikki lættar at finna nú á døgum og tí varð ein slík eftirlýst á Portalinum.
Og tað hilnaðist væl og nú er konsertskráin bjargað.
Bernharður Wilkinson sigur, at eftirlýsingin var ikki meiri enn dagað fram á Portalinum, so fór telefonin at ringja.
- Eg helt, at ongar slíkar skrivimaskinur vóru til, men nú vísir tað seg, at tað eru fleiri til av teimum og tað stóð ikki á vælvildini hjá fólki.
- Og Portalurin verður lisin víða um, tí seinastu, sum ringdu, vóru frá Icelandair, sum hevði eina maskinu. Tey skuldu flúgva til Keypmannahavnar og har skuldu tey fáa hana í eitt flogfar hjá Atlantsflogi.
Tað stutta av tí langa er, at nú hava vit fingið eina skrivimaskinu og fáa sostatt hildið tað konsertskránna, vit ætlaðu, sigur Bernharður Wilkinson, sum takkar almikið fyri vælvildina.