Eftirlitsnevnd hevur ikki reint mjøl í posanum

Næstan øll limalondini í einari ST-nevnd, sum skal kanna og forða píning, pína sínar egnu fangar

ST hevur sett eina nevnd við umboðum úr tíggju londum at kanna, hvørji lond pína sínar fangar, og hvussu heimssamfelagið kann steðga píningini.
Men sambært mannarættindafelagsskapinum Amnesty International er valið hjá ST sera óheppið, tí níggju av teimum tíggju londunum, sum manna nevndina, pína sínar egnu fangar.
Algeria hevur fingið formansskapin í kanningarnevndini, sjálvt um Amnesty International í einari frágreiðing herfyri staðfesti, at teir algerisku myndugleikarnir pína fangar, sum sekir ella ósekir verða settir í samband við yvirgang.
Hini londini í nevndini eru Kongo, Senegal, Kili, Ekvador, USA, Aserbajdsjan, Kekkia og Georgia. Amnesty International sigur, at í Kongo verða fangar ofta píndir við elektriskum stoyti, og í Senegal hava myndugleikarnir pínt fleiri limir í einum andstøðufelagsskapi. Í Ekvador verða politiskir andstøðingar tiknir og píndir í fongslunum, og Amnesty Inter-national ákærir USA fyri at pína fangar í Afghanistan og Irak.
Í Aserbajdsjan hava trygdardeildir hjá innanríkisráðnum lagt ómenniskjaligt trýst á andstøðuleiðarar, í Kekkia fara myndugleikarnir illa við fólki av romanskum uppruna, og tað finnast fleiri frágreiðingar um píning í fongslunum í Georgia, sigur Amnesty International.