Men eftirlønarspurningurin man vera næstan líka gamal, sum lønarspurningurin. Og í Føroyum hava vit seinastu 40 árini býtt okkara pensionistar í tvey. Tey sum fáa fólkapension og tey, sum eisni fáa aðra eftirløn. Tað veri seg í samband við starvið, ein hevði ella vegna persónliga uppsparing av onkrum slagi.
Í 1977 segði táverandi danski forsætisráðharrin, Anker Jørgensen, at nýggja øldin bleiv ikki gomul, so hevði danski staturin ikki pening til at gjalda teimum gomlu fólkapensión. Tí parturin av fólkinum, sum skuldi gjalda minkar, og parturin, sum skal fáa veksur. Hetta hava menn ivaleyst sagt, áðrenn Anker og aftaná.
Hetta eru eisini føroyskir politikarar farnir at siga, og møguluvís hava teir rætt. Men teir hava bert tøl frá øðrum londum at byggja á. Og tað er, eftir mínum tykki, sera óheppið at koma við slíkum álvarsligum spádómum, uttan at hava tøl úr Føroyum, sum vísa á hesa gongd. Vit víkja í hvussu er frá øðrum londum hvat mynstrið í barnsburði viðvíkur, og kanska hesin veruleiki gevur eina aðrar mynd av fólkasamansetingini (demografiini) í Føroyum. Og eg fari fyri tað fyrsta at mæla til, at politikarar fáa til vega tøl um fólkasamansetingina yvir tíð í Føroyum, áðrenn nakar dómur verður feldur.
Fleiri bólkar
Men skulu vit, sum uppskot hava verið og eri frammi um, nevniliga at avloysa fólkapensiónina við eitt ella annað slag av persónligari tryggingaravtalu, er nógv ymist at hugsa um. Og kanska eiga vit ikki bert at hugsa um tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum. Tí flestu teirra er antin- ella verður eftirlønaravtala tryggjað. Nei, vit eiga heldur at hugsa um teir bólkar, sum ikki fáa slíka avtalu tryggjaða av sær sjálvum. Ella kanska avtalu, sum verður verri enn hjá teimum flestu.
Eg hugsi her m.a. um avlamispensionistar, sum hóast inntøka teirra er kompensatión fyri vantandi arbeiðsførleika, ikki fáa aðra eftirløn tryggjaða enn fólkapensiónina. Eg hugsi um tey, sum ikki kunnu fara á arbeiðsmarknaðin, tí tey eru bundin av at vera um onnur. Eg hugsi um tey, sum eru úr arbeiði í longri og styttri tíðarskeið. Vegna arbeiðsloysi, tí tey (oftast kvinnur) velja at vera heima, meðan børnini eru smá. Fáa tey nakra avtalu, ella verður hon skerd í mun til aðrar, av hesum ávum.
Ein annar avgerandi spurningur er, um tað skal verða, sum Fólka- og Javnaðarflokkurin skjóta upp, nevniliga at fólkatryggingin ella hvat hon skal eita verður goldin yvir afturhaldskipanina, og at gjaldið verður sami prosentpartur av lønini. T.v.s. at fólk gjalda ymist inn, og at tey eisini fara at fáa ymist útgjald. Her loyvir Tjóðveldisflokkurin sær at seta spurnartekin við tað, at ein skipan, sum verður fíggjað yvir afturhaldsskipanina ikki verður solidarisk. Tjóðveldisflokkurin hevur ta áskoðan, at vilja fólk fáa meiri í eftirløn, so mugu tey tekna privatar tryggingar.
Um tað verður ein almennur tryggingargrunnur, ella tað verða tryggingarfeløgini, sum skulu tekna hesar tryggingar, so eigur partur av yvirskotinum at verða nýttur til at gjalda ein part av vælferðini í samfelagnum. Partur av hesum yvirskoti kundi hóskandi verið nýttur til at gjalda tryggingaravtalur fyri tey fólk og teir bólkar, sum bert eru før fyri at gjalda partvíst ella als ikki.
Og so kemur spurningurin, sum Tummas Eliasen á Lívstryggingini reisti í fjølmiðlunum herfyri. Nevniliga spurningin um vit skulu hava bæði arbeiðsmarknaðareftirløn og fólkapensión, soleiðis sum fleiri hava tað í dag. Men kann hesin spurningur neyvan svarast nøktandi, fyrr enn tøl fyriliggja, sum greitt vísa hvussu demografiska gongdin er her á landi. Og annars hvussu munadyggar avtalur kunnu fáast um eftirlønartrygging fyri vanliga føroyingin. Tó kann hugsast, at báðir pensiónshættirnir verða aktuellir í eini skiftistíð.
Finnur Helmsdal,
tjóðveldismaður