Livratøka
Hetta er annað fiskiárið á rað, at kunngerðin um livratøku fyri fiskidagar er galdandi. Enn hevur eingin eftirmeting verið av skipanini, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sigur, at ein eftirmeting verður í næstum.
Hann sigur, at miðjað verður eftir at hava eina breiða eftirmeting av skipanini.
- Í fyrsta lagi verður hugt at, hvussu royndarskipanin hevur virkað - og í øðrum lagi fara vit at meta um, hvørt skipanin møguliga kundi verið meira umfatandi, soleiðis at hon eisini var galdandi fyri tøku av rognum og møguliga innvølum.
Landsstýrismaðurin ásannar, at tá ið vinnunevndin viðgjørdi málið um fiskidagar fyri livratøku, mælti nevndin til, at skipanin eisini fevndi um eitt nú rognatøku.
- Nú hava føroyskir fiskimenn traditión fyri at taka rogn, og tí vórðu rognini ikki tikin við í skipanina við fiskidøgum.
Betri prísur
- smærri nøgdir?
Bjørn Kalsø sigur seg hava skilt, at virkir, sum keypa rogn, hava fýlst á, at tað gongur so illa at fáa fatur á rognum.
- Nú havi eg ikki kannað, um orsøkin er hon, at landaðu nøgdirnar av rognum eru minni enn eitt nú í fjør - ella, um orsøkin er, at fleiri keyparar eru á marknaðinum.
Ein orsøkin er so, staðfestir landsstýrismaðurin, at kryvjimaskinan, sum nú er umborð á flestu ísfiskatrolarum, oyðileggur innvølan soleiðis, at hvørki rogn ella livur eru nýtilig til matframleiðslu.
- Arbeitt verður tekniskt við at loysa henda trupulleika, men sum eg havi skilt, er ikki komið á mál, leggur Bjørn Kalsø aftrat.
Livraskipanin
Royndarskipanin við livratøku fyri fiskidagar er í tveimum pørtum, soleiðis at skip í bólkunum 2, 3 og 4 kunnu fáa fiskidagar fyri ávísa nøgd av livur - og eisini ber til í samstarvi millum skip og virki at fara undir verkætlanir, har livur verður gagnnýtt. Er talan um verkætlan, skal hendan tó fyrst góðkennast av Fiskimálaráðnum.
Bjørn Kalsø sigur, at royndarskipanin soleiðis er galdandi fyri partrolarar, línuskip og útróðrarflotan.
- Partrolarar fáa seks eyka fiskidagar fyri tey fyrstu 10 avreiddu tonsini av livur, og fyri hvørji 4 tons eftir hetta, fáa teire tillutaðar tvey eyka fiskidagar. Línuskipini fáa seks eyka fiskidagar fyri tey fyrstu fimm tonsini - og síðan fáa tey tveir fiskidagar fyri hvørji 3 tons av livur, sum skipini avreiða. Útróðrarbátar yvir 15 tons fáa 5 eyka fiskidagar fyri tey fyrstu 1,5 tonsini av livur - og síðan tveir fiskidagar fyri hvørt tonsið av livur, teir avreiða.
Landsstýrismaðurin vísir á, at tá ið talan er um serligar verkætlanir millum skip og virki um livur, kann talan eitt nú vera um, at skip fara at veiða háv fyri at fáa fatur á livrini, sum er rættiliga stór.
- Málið við skipanini í slíkum føri er, at skip, sum soleiðis fara á havaveiði, ikki skulu nýtast at brúka burtur av vanligu fiskidøgunum, sigur Bjørn Kalsø.
Ávíst dagatal tøkt
Í skipanini um livatøku fyri fiskidagar eru tó ikki óavmarkaðir møguleikar at hjá skipum í nevndu bólkum, tí samlaða dagatalið, sum Fiskimálaráðið hevur at arbeiða við, er ásett í lógini um vinnuligan fiskiskap.
- Tað er tí soleiðis, at tey skip, sum eru fyrst at vinna sær dagar, fáa eyka fiskidagar fyri livratøku, og tá ið dagarnir eru uppi í hvørjum einstøkum bólki - um teir verða uppi - fellur skipanin burtur.
Hann sigur, at í farna fiskiári vóru tað serliga útróðrarbátarnir, sum vunnu sær fiskidagar fyri livratøku, meðan ikki so nógvir eyka fiskidagar vórðu tillutaðir partrolarum.
- Men hjá línubátunum kom skipanin nakað til brúks.
Landsstýrismaðurin sigur at enda, at Fiskimálaráðið í eini eftirmeting eisini fer at kann eftir, um onkur skip møguliga hava umgingist reglurnar og soleiðis fingið fiskidagar av órøttum.
- Hetta hava vit ikki kannað og hava tískil heldur eingi prógv fyri slíkum, sigur Bjørn Kalsø.