Tað heldur Ólavur Larsen, viðmekrjari hjá Rás2 um dystin í kvøld við Løkin. KÍ liðið gjørdi ov nógvar villur í uppspælinum, og tað kundi havt kostað í hinum endanum.
Les eisini: KÍ misti á stokkinum
Í seinna hálvleiki vildi einki hjá NSÍ. Tað høvdu illa nokk eitt skot á mál. Her metir Ólavur Larsen, at NSÍ liðið gjørdi ov skjótt av og byrjaði bara at spæla langarbóltar.
Dysturin var annars í løtum á høgum tekniskum stigi, har spælarar hjá báðum liðum royndi seg við hegnisligum dribblingum og avleveringum.
Les eisini: Eyðun undrast á nógvu eykatíðini
KÍ er á øðrum plássi við 13 stigum fyri 7 dystir, og NSÍ er á fjórða plássi við 11 stigum fyri 7 dystir.
Les eisni: Samandráttur frá dystinum
NSÍ-KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Henry Heinesen 26.
1-1: Debes Danielsen 90.+4.
Dómari: Páll Augustinussen
NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Jákup Andrias Gaardbo (Debes Danielsen, 82.), Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen (Haraldur R. Højgaard, 72.) – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen (Meinhard E. Olsen, 64.), Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen
Gult kort: Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen
KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Guéye – Henry Heinesen (Heðin Klakstein, 82.), Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni (Álvur F. Christianen, 74.) – Páll A. Klettskarð (Rodrigo Silva, 90.)
Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør