Eftirskúli byrjar eftir ætlan á Tvøroyri

Arbeitt hevur verið við at seta á stovn ein eftirskúla í Suðuroynni í mong ár, og eftir summarferiuna er ætlanin, at skúlin byrjar

Eftirskúlin er staðsettur á Tvøroyri, og vit gleða okkum til at taka ímóti fyrstu næmingunum í august 2019, siga tey trý, sum eru í stýrinum fyri eftirskúlan, Mariann Mikkjalsdóttir, Bjarni Hammer og Jens Arni Leo Hammerfoss í tíðindaskrivi. 

Í fyrsta umfari er pláss fyri 16 næmingum.

Skúlin er staðsettur í egnum hølum á Sjógøtu 2. Næmingaheimið verður í Miðbrekku, stendur á nýggju heimasíðuni, eftirskulin.fo.

Møguleiki er at velja millum seks spennandi breytir og fleiri valfak. 

Sum nakað heilt serstakt skulu allir næmingarnir luttaka á Føroyabreytini. Tað er ein nýggj breyt, ið ongantíð er roynd áður. Á hesi breytini fara allir næmingarnir, saman við lærarum á skúlanum, at vitja allar oyggjarnar í Føroyum. Næmingarnir eru sjálvir við til at skipa fyri útferðunum, og soleiðis seta sítt egna fingramerki á upplivingarnar. 

Í films- og sjónleikarabreytin læra næmingar at gera film. Teori og praksis, alt frá at siga eina søgu, at taka upp, klippa og seta saman, gera kulissur o.a. Filmsbreytin verður partvíst knýtt saman við Føroyabreytini, tí alt verður tikið upp og skrásett. Tað er eisini ein breyt, ið allir skúlans næmingar luttaka á.

Aðrar breytir eru e-sport, sjóvinnubreytin, køksbreytin og íverksetara- og miðlabreytin.  Næmingarnir kunnu velja tvær av hesum. 

Eftir páskir ber til at søkja um luttøku á Føroya Eftirskúla á Tvøroyri, siga fólkini aftanfyri eftirskúlan í tíðindaskrivi.