Eftirskúlin í Hvalba fær alt ov lítið á fíggjarlógini

Fær ætlanin um eftirskúla í Hvalba ikki meiri pengar á fíggjarlógini enn tað, sum landsstýrið hevur skotið upp, verður ætlanin slept Eina hálva mió. krónur næsta ár og aftur eina hálva mió. krónur í 2009 til fyrireiking.

Tað er játtanin, sum tann ætlaði eftirskúlin í Hvalba fær í fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum. Men tað er verri enn einki, siga fyrireikararnir.

- Broytist talið ikki, so leggur nevndin, sum fyrireikar skúlan, kongin og biður landsstýrið brúka pengarnar til okkurt annað, sigur nevndarformaðurin, Ólavur Rasmussen, við Kringvarpið.

Ólavur Rasmussen leggur afturat, at kommunurnar, sum hava tikið undir við skúlaætlanini í Hvalba, fara eisini at taka seg burturúr, vísa landsstýri og Løgting ikki ætlanini størri áhuga.