“Tað er ikki hvørt orð man skal svara til, ella hvørt gildi man skal fara til”.
Hetta orðafelli rann mær til hugs, tá ið eg aftur í dag bar eyga við greinastubba hjá Høgna Hoydal, har hann ákærir meg fyri at fara lætt um sannleikan, og ABC- samgonguna fyri ikki at raðfesta útbúgving.
Eg tími ikki at trætast við Høgna – tí ein og hvør veit, at tað er ikki CHE-samgongan, men ABC-samgongan, sum hevur sitið við ábyrgdini í skjótt tvey ár. Samgongan hevur ikki haft tað lætt, og hon hevur kanska heldur ikki haft besta stevið. Men hon hevur sett sær fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum, og at fáa vent halli til javnvág og vónandi eisini til yvirskot.
Eitt av raðfestu økjunum hjá samgonguni og mær sum landsstýriskvinnu er at skapa útbúgvingarmøguleikar fyri so nógvum sum møguligt. Og tað er ein skilagóð raðfesting. Men tað gerst ikki uttan eisini at fremja sparingar aðra staðni í skipanini - soleiðis er tað, tá ið undirskotið á fíggjarlógini skal burtur.
Men tað skerst ikki burtur – og tað vil eg endurtaka og sláa fast við sjeytumma seymi, at ongantíð áður hava so nógv fingið eitt lestrartilboð í Føroyum sum í ár – bæði á miðnámi og á hægri lestri.
Tað er væl tað stutta av tí langa.
Høgni Hoydal vil, umframt at skriva niðrandi um mín persón, geva CHE-samgonguni, sum andaðist fyri tveimum árum síðani, heiðurin fyri, at uml. 550 fleiri ung fáa eitt útbúgvingartilboð í ár. Slíka argumentatión skilur neyvan nakar annar – uttan bara Høgni. Og júst tað gevur kanska eina ábending um, hví CHE-samgongan lat lív.
CHE-samgongan hevði avgjørt nógvar góðar ætlanir, eisini á útbúgvingarøkinum. Men CHE-samgongan var ikki arbeiðsfør, og hevur ikki virkað í tvey ár.