Eg eri djarvari og eg havi meir at geva enn eg var greið yvir

– Eg havi altíð ynskt mær at búð í Íslandi. Eg havi altíð viljað dugað íslendska málið og havi so leingi eg minnist verið bergtikin av sambandinum, ið íslendingar og føroyingar hava. Av onkrari orsøk hugsaði eg tó ongantíð at lesa her. Allarhelst tí eg var sterkt ávirkað av hvar meirilutin leitar sær lestur

Eg byrjaði at hyggja eftir Listaháskúla Íslands orsaka av hesi linjuni, ið eg nú gangi á; hon kallast Sviðshøfundabraut á ís­lendskum og er eitt BA nám. Enska heitið á útbúgvingini er Theatre and performance making og á føroyskum vil eg kalla hana Pallhøvundanám.

Eg læri best við at gera
– Námið er sera breitt, men áhersla er løgd á tankar og teoriir, í og handan palllist, og vit spæla nógv við at av­bjóða formar og mátar at pallseta. Fyrsta árið av út­búgvingini snýr seg um at byggja ein grunn, sum fyri tað mesta er teoretiskur. Eg læri best við at gera, so tað var ringt at sita við nøsini í bókunum meginpartin av fyrsta árinum og ikki avprøva tað, ið vit lósu. Eg setti alvorligt spurnartekin við um eg hevði valt rætta skúlan, tí eg skjótt merkti hvussu fíggjarligt sperdur hesin skúlin er og tað ávirkar fyrst og fremst praktisku møguleikarnar hjá okkum næmingum. Eg valdi tó at halda áfram og royna at síggja møguleikar ístaðin fyri vansar. Avgerðin hevur víst seg at vera røtt.
– Heitið høvundur hevur fyri okkum breiðan týdn­ing. Vit kalla okkum høvundar at einum verki hóast tað kanska ikki hevur eitt handrit í skrivaðum formi og kanska ongantíð fer at hava tað. Hendan linjan er ikki klassisk og av tí sama fara vit ikki í dýbdina av klass­iskum metodum og venjingum. Skeiðir í leikstjørn og handrita greining eru fá, vit arbeiða meira við egnum hug­skotum og hvussu tey kunnu setast fram. Soleiðis læra vit óbeinleiðis leikstjørn og framleiðslu.
Eitt av faktunum, vit hava, kallast pallsetan og tað byrjar við at studera, hvussu eitt og hvørt rúm virkar; hvat tað einsamalt sigur í sær sjálvum. Síðani setur man leikhúsins elementir inn í rúmið, ljós, ljóð og einfaldar ítøkiligar lutir s.s. borð, song, ein kop og so granska hvat hesir lutir kunnu siga við áskoðaran. Síðst kemur sjálvt menniskja inn í rúmið, likamið tess við rørslum og ljóðum. Her granskaðu vit í styttri tíð - orsaka av plásstroti – hvussu eitt likam kann brúkast sum ein lutur og ikki sum menniskja ella persónur. Um stutta tíð fara vit í hált við triðja partin av hesum fakinum, sum er at pallseta teksir, handrit, stuttsøgur og yrkingar eftir okkum sjálvum og øðrum.

íslendingur meir enn einaferð árliga í leikhús
Vit hava nortið við yvirflatuna av leiklistarsøguni kring allan heimin, frá byrjanini í Grikkalandi til dagin í dag. Søgan er ovurstór og at kenna hana er ein heil út­búgv­ing í sær sjálvum. Í løtuni eru vit í íslendsku leik­listar­søguni og tó hon er ung í mun til alheimin, so er hon sera áhugaverd. Hon avspeglar stóru hugsanina, ið vit ofta seta í samband við íslendingar, og eisini teirra tjóð­skaparlyndi. Síðst í 19. øld birtist stórur áhugi fyri leiklist, ið festir sær røtur í íslendsku mentanini og sum stórtsæð hevur verið her líka síðani. Áhugin fyri sjón­leiki í dag er eisini óvanliga stórur. Í miðal fer hvør íslendingur meir enn einaferð árliga í leikhús, sum fyri flestu lond er púra óhoyrt.
– Óvanligt leikrúm er eisini eitt vit hava arbeitt eitt sindur við, bæði inni sum úti. Har møtir man heilt øðrum avbjóðingum enn hvat man er vanur við, og plan­leggingin kann vera yvirdoyvandi stór til hugskot, ið van­ligt eru einføld í leikhúsi. Myndirnar eru dømi um tvey verk, ið eg var við at gera í hesum fakinum. Í fyrra verk­inum brúktu vit býin sum pall, og staðið, vit í síðsta enda valdu at arbeiða út frá, gav okkum hugskotið »ítøkilig vs. sosial fjarstøða«. Ein leikari er staðsettur á eini altan og ein leikari – nakað ringur at finna – er stað­settur í graffitiumráðum. Seinna verkið snúði seg um selfie- og pop mentan, ið var pallsett í og kring um fýra bilar. Fýra áskoðarar á gangin vóru bjóðaðir biltúr gjøgn­um býin. Tað var ikki altíð heilt ófarligt og lógligt; hendan myndin er av einum bilførara, sum ímillum mangt annað tók selfies og snapchat av gestunum í bil­inum meðan tey koyrdu.
guðdomliga mynd av rithøvundum
Sum sagt hevur heitið høvundur breiðan týdning fyri okkum, men til alla lukku nerta vit eisini við handritaða skriv­ing. Eg havi altíð haft eina nærum guðdomliga mynd av rithøvundum. Tey virka mær alvitandi og einsa­møll, friðarlig og hugsandi, og í endanum leggja tey søgur og heimar fram fyri okkum í formi av saman­settum orðum. Tey gera nakað, ið eg ongantíð havi kunnað gjørt.
Aftaná fyrsta skriviskeiðið her í skúlanum, ið var 6 vikur langt, broyttist hendan myndin tíbetur til nakað minni guðdomligt og meira menniskjaligt. Eg fekk nøkur yvirraskandi einføld amboð, ið geva mær jørð­sam­band og møguleika at venja meg at skriva, men tað er eitt ólukksáliga hart arbeiði. Sum við so nógvum øðrum, so kemur mest burturúr um man skrivar hvønn dag og so skal man heldur ikki vera smæðin um sítt tilfar. Lærarin segði aftur og aftur fá fólk at lesa tað tú skrivar og bið um feedback. Ótrúligt, men tað er øgiliga sjáldan at tað er flat út vánaligt, sum ein skrivar av áhuga ella í vilja. Tak hetta sum eitt hint til tykkum gardinu-rithøvundar í Føroyum.

gevandi, rúmlig og kritisk fólk
Allar glaðast eri eg fyri prosessina og møguleikan at arbeiða við gevandi, rúmligum og kritiskum fólki.
Eg havi akkurát sett punktum við mína fyrstu ein­staklingsverkætkan. Tað var ein prosess uppá 5 vikur, har úrslitið skuldi vera ein live framførsla uppá 30 min. Kraft var at vit skuldu virka sum annað hvørt leikstjóri ella høvundur; eg valdi at leikstjørna og framføra (við tveimum øðrum leikarum) eitt egið verk. Als ongar smáligheitir her!
Hetta tíðarskeiðið snúði seg simpulthen um lív og deyða fyri fleiri av okkum: fyrsta framleiðslan í egnum navni, ein flokkur uppá níggju næmingar um ein tekn­inskan vegleiðara, trý hølir og onki budget. Omaná tað gera vit bara tvær einstaklingsverkætlanir gjøgnum hetta námið, tað seinna er sjálvt útskriftar verkið.
Vit hava gott samband við leikarar, dansarar, klass­iskar tónleikarar og tónaskøld, tí tey øll læra í sama bygningi og vit, og tað var lítið mál at fáa fólk við í verkið hjá mær. Men tað var afturvið fullari lestrartíð at tey játtaðu. Hetta vóru sera avmarkaðar rammur, men í hesi prosessini tendraðist mín skapanar hugur totalt – og endiliga – av nýggjum.
Eg eri væl nøgd við sjálvt úrslitið, men allar glaðast eri eg fyri prosessina og møguleikan at arbeiða við gev­andi, rúmligum og kritiskum fólki. Tað kemur nakað heilt serligt burturúr tá man ikki gongur og orsakar seg sjálva fyri tað, sum man ger, men heldur blankt innsær týdningin av at spæla og at skapa. Tað hevur veruligan týdning og listafólk skulu fyrst og fremst vita tað sjálvi.
Eg havi í seinastuni spælt við tað abstrakta og yrkingar­kenda, sum hetta verkið er eitt dømi uppá, og eftir prosessina situr tað fast í mær, hvussu stóran týdn­ing tað hevur ikki at ganga uppá kompromis. Hetta merkir ikki at vera ómøgulig, hetta merkir at standa við hug­skotið, fara eftir tí, sum hugskotið krevur og gott sam­skifti við tey, tú arbeiðir saman við.

Hví hevur tað týdning at útbúgva seg innan list?
Eg vildi vildi vildi og skuldi bara koma inn á skúla! Hví? Tí tað var næsta stigið á leiðini. Gjøgnum hetta tíðarskeiðið havi eg funnið ein sans fyri ábyrgd sum listafólk. Eg eri djarvari og eg havi meir at geva enn eg var greið yvir. Tað vil altíð vera individuelt, men listarlig útbúgving – og akkurát hendan linjan – hevur gjørt meg farligari.
Eg standi fast við, at skúli er ein leið her í lívinum. Vilt tú læra, so skalt tú nokk læra. Og skúlin endar fyrr ella seinni, sum alt annað. Spurningurin er hvat tú tá stendur eftir við og hvat tú brúkar tað til.