Samrøða
Landstýrismaðurin við Vinnumálum Bjarni Djurholm hevur sett Elina Heinesen sum stjóra í Vinnuframastovuni, ið er samanlagdi stovnurin av Menningarstovuni og Ferðaráðnum. Elin fær millum annað ábyrgdina av samanleggingini og tí, sum hetta inniber. Fyrireikingararbeiðið er komið væl áleiðis, og fysiskt liggja stovnarnir lið um lið í Vágsbotni, men enn eru nógvar avbjóðingar fyri Elina.
Tíðin var búgvin
Elin gevst sostatt í starvinum, sum blaðstjóri á danska ókeypis tíðarritinum Kiwi, ið hvønn mánað verður lisið av umleið 430.000 dønum. Eitt starv, ið henni dámar sera væl. Tað kravdist tí okkurt heilt serligt, fyri at Elin skuldi siga farvæl til hetta starv. Sambært Elini er starvið í Vinnuframastovuni júst hetta. Elin hevur verið í Danmark í næstan 24 ár, men seinastu mánaðirnar hevur hon verið í farloyvi frá starvinum sum blaðstjóri. Hon hevur hesar mánaðirnar verið í Føroyum, og henda tíð hevur gjørt hana búna til at flyta heim aftur.
- Um eg skal flyta heim, so skal tað vera nú. Dóttir mín er so vaksin, at hon er flogin úr reiðrinum. Eg eri komin til eitt mark í mínum lívi, og um eg skal flyta heimaftur, so skal tað vera nú, og eg trívist væl her.
Vil menna verandi potentialið
Elin sigur, at hon fer ikki út at siga vinnulívinum, hvat tey skulu gera.
- Vit hava nógv fólk, ið hevur nógv potentiali. Eg vil heldur vera ein, ið gevur íblástur, og sum mennir tað potentialið, ið er her. Eisini vil eg fegin virka fyri at skapa nýggj tvørfaklig netverk og samstarv. Tað vísir seg, at ofta fáa fólk, ið eru ólík, bestu synergiina burturúr samstarvið. Eg vil slóða vegin fyri nýggjum kombinatiónum, bæði innanhýsis í Føroyum og saman við útlendskum samstarvsfeløgum. Vit mugu ikki gloyma, at nógvir møguleikar eru fyri at byggja víðari á royndir, ið eru gjørdar aðrastaðni. Okkum tørvar ikki at finna uppá djúpa tallerkin umaftur.
Ikki ein superkvinna
Elin Heinesen hevur nógvar royndir innan fyri kreativar vinnur so sum samskiftisvinnuna. At seta hana sum leiðara av nýggja stovninum, hevur eitt signalvirðið, um at nýggi stovnurin tekur tráðin upp eftir Menningarstovuni innan menning av vinnum, sum í føroyskum høpi kunnu tykjast ósiðbundnar.
- Tað er greitt, at við at seta meg, sum havi nógvar royndir innan samskiftisvinnuna, so fær man mínar styrkir. Eg eri eingin superkvinna, ið hevur førleikar innan øll øki. Men á stovninum eru nógv fólk, ið hava neyðugu royndirnar og førleikan innan vinnur, ið eg ikki havi sama innlit í. Ein av mínum størstu styrkjum, er míni evni at samstarva.
Ætlar at gagnnýta Bill
Elin fekk boð um, at hon hevði fingið starvið í gjár, tí hevur hon ikki gjørt, sær heilt greitt hvat stendur á skránni komandi tíð, men eitt mál stendur høgt á dagsskránni.
- Sama dag sum eg fekk starvið, fekk eg at vita, at Bill Clinton kemur til Føroya. Hetta er ein góður møguleiki at marknaðarføra Føroyar, og hetta stendur fyrst á dagsskránni. Í mínum starvi hjá Kulturby ’96 samskipaði eg marknaðarføringina á einum risa projekti við 600 ymiskum mentanarhendingum. Eg tók mær av samskiftinum við útlendskar miðlar. So hetta er ikki fremmant fyri meg. Eg ætli at smíða, meðan jarnið er heitt. Eg kann sjálvandi ikki persónliga úttala meg, um hvussu vit fara fram, men tað er týdningarmikið at gagnnýta henda møguleika best møguligt, bæði hvat viðvíkir ferðavinnuni og vinnulívinum sum heild. Eg vildi mett, at mín fyrsta uppgáva verður at finna útav, hvussu addressera vit teir útlendsku miðlar og aktørar, sum venda eyguni hendan vegin í sambandi við vitjanini. At Hans Blix er við, skal heldur ikki undirmetast, hann er faktiskt tann meira aktuelli av teimum báðum.
Menna møguleikar innan alnetið
Elin hevur hollar royndir innan samskiftið á alnetinum, m.a. sum heimasíðu blaðstjóri. Hesar royndir kunnu koma føroyskum vinnulívi til gagns.
- Alnetið er ein góður miðil at skapa netverk bæði í Føroyum og úteftir. Eg kundi ímyndað mær, at virka fyri, at føroyskt vinnulív fekk ment loysnir á hesum økinum, sigur Elin.
Dámar avbjóðingar
Enn er óvist nær Elin byrjar í nýggja starvinum, men longu 12. februar fer hon til Íslands við starvsfólkinum. Síðan gongur leiðin til Keypmannahavnar at pakka. Hon væntar at vera aftur í Føroyum og byrja í nýggja starvinum um hálvan mars.
- Kenslurnar eru eitt bland av øllum. Eg eri ikki typan sum ræðist stórar avbjóðingar á yrkisøkinum. Jú, eg eri nervøs og eitt sindur smæðin, men eg kasti meg út í tað. Eg eri kanska ein Thrill Seeker, har onnur loypa bungy jump, so dámar mær avbjóðingar innan yrkislívið.