Eg eri ikki stoltur av at vit fáa pengar úr Danmark

Eg eri ikki stoltur av, at vit fáa ríkisveiting úr Danmark. Men sum støðan er nú, er hon neyðug fyri at varðveita vælferðarstigið, vit hava í Føroyum. 

 

Tað staðfestir Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður floksins, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.  

 

Hann vísir á, at tilsamans er tilskotið frá danska statinum til føroyska samfelagið, umleið eina milliard tilsamans. Sostatt svarar danska tilskotið til føroyska samfelagið næstan til inntøkurnar av vanligum landsskatti. hann heldur, at tað stískil er skeivt at føra seg fram sum um at ríkisveitingin lítlan og ongan týdning hevur.

 

Hann heldur, at tey, sum vilja avtaka ríkisveitingina, hava tískil skyldu til at greiða fólki frá, hvørjar vælferðartænastur so skulu skerjast – ella hvussu nógv skattur og avgjøld skulu hækkast fyri at varðveita tað samfelag, vit hava í dag.

 

Nú fíggjarlógin er til umrøðu í Løgtinginum í dag, brúktu løgtingsfólk eisini høvið til at skifta orð um tey heilt yvirskipaðu málini –í hvussu so er eina lítla løtu. og um eina løtu hava vit meiri um hetta, og hví tjóðveldisfólk ikki eru samd við formannin í Sambandsflokkinum.