Í Vági verður serliga nógv gjørt burtur úr seinasta degi í árinum og gamlaárskvøldi, og tá stóra tiltakið við faklagongu, báli og stórum fýrverksshowi er liðugt eftir midnátt í Vági, verður stórdansur á Eiðinum.
Í Vágs Høll fara Showmenn við Kim Hansen, Eyðuni & Terja at spæla, og í VB-húsinum fara Hans Jacob & Vinmenn at spæla.
Formaður í nýggjársnevndini í Vági er Búi Dahl, og hóast hann er í bestu árum, hevur hann verið partur av hesum tiltaki í eini 25 ár. Tað sama hava aðrir eisini verið.
- Vit eru fleiri, sum hava verið við, síðan vit vóru smádreingir. Páparnir vóru við, og tá teir góvust kanska miðskeiðis í nítiárunum ella har umleið, tóku vit yvir, og nú eru børnini hjá okkum eisini við.
Búi Dahl sigur, at nýggjárshaldið soleiðis hevur verið partur av hansara tilveru alt lívið.
- Hetta er eitt ógvuliga hugnaligt kvøld í Vági, og eg eri líka spentur hvørja ferð – spentur eftir at síggja, hvussu veðrið fer at hátta sær, og hvussu alt tiltakið annars fer at taka seg út.
Tað er ikki sørt, sigur hann brosandi, at adrenalinið koyrir runt í kroppinum henda dagin.
Hann vísir á, at hóast fýrverkið, sum árini eru liðin, er vorðið størri og flottari, so hevur kortini verið skotið á nøkulunda sama hátt í fleiri ár, har kúlurnar eru í einum øki fyri seg – battaríini fyri seg.
- Tað eru eisini í stóran mun somu menn, sum hava skotið fyri okkum ár undan ári, og onkur hevur kanska skotið í eina fjórðingsøld, sigur Búi Dahl.
Men, tað verður eisini ymiskt annað á skránni í Vági seinasta dag í árinum, tí her er nevniliga ein rímiliga stór skrá løgd fyri dagin - við tiltøkum fyri bæði børn og vaksin.
Um morgunin nýggjársaftan bjóðar nýggjársnevndin til ókeypis almennan morgunmat í Garðslon, sum er á Vágsvegi 114. Hetta er í gamla Billiarshúsinum, og her eru øll hjartaliga vælkomin.
- Vanliga plaga eini 250-300 fólk at koma til morgunmatarborðið, og eingin verður koyrdur avstað aftur, sigur formaðurin í nýggjársnevndini, Búi Dahl.
##med2##