- Eg eri mamma teirra

Fast inventar á hvørjum festivali eru teir hvítreyðu samarittarnir frá Reyða Krossi. Teir húasast í einum tjaldi beint við tjaldingarøkið.

 

"Her hevur verið eitt sindur at gjørt hesar dagarnar. Fyri tað mesta er tað sár, avrúsingar og tílíkt. Í gjár vóru tað eisini nógv, sum komu inn, sum líka skuldu blíva turr og fáa hitan," sigur Esmar Petersen úr Havn, sum er ein av teamleiðarunum hjá Reyða Krossi á ársins G! festivali.

 

"Tað hevur ikki verið so nógv at størri skaðum. Trý fólk eru send á Landssjúkrahúsið at fáa pentir. Tað hava vit ikki loyvi til at viðgera."

 

"Arbeiðið hjá okkum umfatar so at siga alt, sum hevur við sjúkrarøkt at gera. Sjálvsagt um tað ikki er alvorligari enn eitt vist. Fólk detta inn alla tíðina, so her er eingin orsøk at keða seg," sigur Esmar.

 

"Man kan siga, at vit eru teirra mammur á festivalinum. Nógv hava eisini tørv á at práta. Kanska onkur sjeikur hevur verið óreinur ela okkurt líknandi, so eru vit her at práta við tey."

 

"Tá harðast stendur á, hava vit 12 samaritar á vakt. Nøkur eru her uppi í tjaldinum, meðan onnur ganga runt á festivaløkinum og eru til taks," sigur Esmar at enda.