­ Eg eri ósekur

Sigmundur Andreasen er ákærdur fyri at hava fiskað ólógliga í fronskum sjóøki vestan fyri Madagaskar. Hann sigldi framvið einari lítari oyggj í indiska havinum, men visti ikki, at ein kunngerð 1. januar í ár varð sett í gildi, sum sigur, at um fiskiskip koma inn um 200 fjóðringamarkið í fronskum sjóøki, skulu teir boða myndugleikunum frá

Tá Sigmundur Andreasen, skipari, fór avstað úr Vági aftaná jól, var ætlanin, at hetta skuldi verða ein stuttur túrur, men hann er ikki komin heimaftur enn.

Hann hevur bert eina uppgávu á oynni Reunion, har hann er afturhildin. Tað er tolin at bíða eftir at fáa passið aftur, sum myndugleikarnir tóku, tá hann við skipi sínum kom fram við einari lítlari oyggj í indiska havinum.

Hann visti bert ikki, at ein kunngerð 1. januar 1998 varð sett í gildi, sum segði, at tá skip koma inn um 200 fjóðringarmarkið í fronskum sjóøki, skulu teir boða frá, hvar teir fara, og hvussu nógvan fisk teir hava í lastini

Skiparin sigur, at hann var 160 fjóðringar úr einari lítlari oyggj í indiska havinum, tá hann varð tikin. Hann helt ikki, at nakar búði har, men tað vísti seg, at har búðu eini átta fólk, og so kom sjóverjan eftir teimum.

Hann var skipari á 200 tons fiskibátinum Explorer, við heimstað í Cape Town í Suðuramerika, og hevði verið við í tvey ár. Teir høvdu siglt í 10 dagar og høvdu 85 tons í lastini, tá teir vóru tiknir og førdir til Reunion, sum er oyggjaland undir fronskum harradømi.


Nútíðar samfelag

Hetta er nútíðar samfelag, har eini 600.000 fólk, sum eru fransmenn, kreolar og svørt fólk, búgva.

Tað er ógvuliga náttúruvakurt, og fólkið livir bert av ferðavinnuni. Nú vetrartíð er, eru eini 25 - 30 hitastig. Í løtuni er eitt eldgos virkið á oynni.

48 ára gamli Sigmundur býr á góðum hotelli og hevur allar hentleikar, sjónvarp, telefon o.s.fr.. Hann sigur seg ikki hava nakra neyð.

­ Størsti trupulleikin er, at málið her er franskt, sum eg ikki skilji, og at eingin dugir at tosa enskt, sigur Sigmundur Andreasen, sum ikki letur væl at matinum, men tað er onnur søk.

Kenslan av at vera bundin á staðnum, og ikki vita, hvussu tað skal gangast at sleppa avstað aftur, er nívandi, umframt bert at ganga hendur í lummma.

­ Eg stytti mær stundir við at spáka í býnum, havi gittar við og skrivi sangir - mest andaligar sangir.

­ Í løtuni er HM-kappingin í sjónvarpinum, og tað bøtir um, tí her kann eg fylgja við. Annars er alt tilfarið í sjónvarpinum á fronskum. Tað er einki við at hyggja, tá tú ikki skilir málið, sigur Sigmundur.

Ikki sørt at kenslan av at verða eygleiddur, er til staðar. Telefonin hjá Sigmundi ringir av og á um næturnar, men eingin kemur til. Hann heldur, at myndugleikarnir hava eyguni við honum, tí teir vænta, at hann fer at ríma. Tað er vanligt, at skip verða tikin, og at skiparar royna at sleppa sær til rímingar.


Bíðar eftir at

vera fríkendur

­ Eg fari ongan veg. Teir skulu ikki sleppa at varpa út, at eg eri kriminellur, tá eg eri ósekur, og tí vil eg verða hjástaddur, tá tað kemur fram her, sigur Sigmundur Andreasen.

Vansin í øllum málinum er, sigur skiparin, at tá løgreglan og hervaldið leggur seg út í málið, og tað verður greitt, at teir hava gjørt ein brølara, vilja teir ikki viðurkenna feilin.

­ Teir royna at fáa okkum at viðganga, at vit hava fiskað innanfyri. Tað gjørdu vit ikki, sigur Sigmundur Andreasen.

­ Annað er, at myndugleikarnir eru so bangnir fyri at skip úr Chile, Argentina og Portugal fara at fiska í teirra sjóøki. Tí hava teir sett strong tiltøk í verk, til tess at forða fyri ólógligum fiskiskapi. Vit eru bert endaðir miðskeiðis í hesum rokinum, og tí hava myndugleikarnir eisini so ilt við at bakka.

Ein skipari úr Spania er eisini afturhildin á Reunion. Hann hevur verið har í eini fimm mánaðir, og er í somu støðu sum Sigmundur.


Nýttir sum ræðumynd

­ Spaniólin og eg sita sum gíðslar, og hava frætt, at vit skulu vera ræðumyndin, sum skal haldast upp fyri skiparar, ið vága sær hendavegin at fiska, sigur Sigmundur Andreasen.

Tvey stór fronsk reiðarí hava alla kvoturnar í hesum sjóøki. Sigmundur sigur, at hetta økið er so stórt, sum frá Føroyum til Grønlands og heimaftur.

Explorer hevði 85 tons í lastini, tá hann var tikin. Reglurnar eru, at bótin fyri at hava tvey tons er 1 mió. krónur, umframt 500 túsund krónur fyri hvørt tosið aftrat.

Reiðaríið hjá Sigmundi, sum er stórt altjóða felag, har umleið 70.000 fólk arbeiða, hevur verið stevnt fyri rættin. Kravið var 40 mió. krónur fyri ólógligan fiskiskap. Tá avtornaði fekk reiðaríðið eina mió. krónur í bót.

Málið varð kortini appelerað, tí reiðaríið ikki góðtók ákæruna um ólógligan fiskiskap. Nú varð bótin hækkað til 12 mió. krónur. Tað málið er ikki liðugt. Rættarmál verður aftur í august mánaða, sigur skiparin.

Nú bíðar hann eftir, at advokaturin, sum førir hansara sak, skal koma í næstu viku at tosa við dómaran um at lata Sigmundi passið. Hann hevur leingi verið í Brüssel, og hevur latið annan advokat føra sakina fyri seg.


Avhoyrdur í ein

tíma tilsamans

Sigmundur varð avhoyrdur 6. apríl og 22. mai, og tá segði dómarin, at hann hevði einki meir at spyrja um. Advokaturin spurdi tá, um Sigmundur ikki kundi fáa passið aftur. Hóast ákærin í málinum ikki setti seg ímóti tí, noktaði dómarin, við tí grundgeving, at Sigmundur Andreasen ikki var franskur statsborgari.

­ Hetta er ein ótrúlig støða at koma í, tí viðurskiftini eru so fjøkjaslig og nógv øðrvísi enn í okkara heimsparti. Eg nýti alla orku at fylgja við, hvat hendir í málinum, men máltrupulleikarnir hava verið stórir. Tann advokaturin, sum hevur ført sakina higartil, dugir ikki at tosa enskt, og tí hevur Sigmundur havt ein tulk til hjálpar. Tað er ein universitetslærari, og hann kemur at tosa við hann av og á.

Sigmundur kennir seg bert tryggan í einum føri. Hann hevur fingið at vita, at myndugleikarnir ikki hava loyvi at gera honum nakað, seta hann í geglið ella á annan hátt gera seg inn á hann.


Ikki mist mótið

Hann hevur ikki mist mótið og vónina, at sleppa av oynni Reunionein. Hann setir nú sín lít á, at advokaturin kemur úr Brüssel, og fær greitt fløkjuna, so hann fær passið aftur og kann sleppa heimaftur.

Sigmundur hevur í fleiri vikur fingið at vita, at hesin advokaturin kemur í næstu viku. Um tað nú verður veruleiki, so kemur advokaturin næsta mikudag, og tað gleðir hann seg til. Ætlanin er at hesin advokaturin skal tosa við dómaran, og fáa hann at handað Sigmundi passið. Har stendur málið í dag, hálvanfjórða mánaða eftir at skiparin varð tikin.