Eg eri í so lagalig

- Eg haldi, serliga mítt ættarlið og tey, sum eru yngri, duga væl at siga, hvussu vit kundu hugsa okkum tingini, men tá onkur krevur nakað av okkum, so eru vit ikki so skrøpp, sigur Gunvá við Keldu í táttinum 90 sekund

Hvussu er lagið?

Lagið er gott, og eg eri fyri tað mesta í góðum lag. Men allir dagar eru ikki líka. Summir dagar kunnu vera strævnir at koma ígjøgnum. Tað kann verða, tí onkrar stórar avgerðir skulu takast, ella um kalendarin er øgiliga fullur.


Hvussu hevur tú klárað teg sum borgarstjóri?

Onnur kunnu helst meta um tað, men eg kann siga, at eg havi góðan politiskan stuðul í býráðnum, og tað ger meg sterkan. Ofta verður sagt, at politikkur er skitin, men býráðspolitikkur er rættiliga praktiskur, og samstarv snýr seg um persónar. Eg haldi, at tað er vigtigt at kunna líta á tey fólk, sum eg samstarvi við, og tað kann eg.


Hvat hevur verið títt størsta avrik higartil?

Sjálvt um at tað var nakað av rumbli, so megnaðu vit í apríl at endurskoða fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu og spara nógvar millióinir. Tað var eitt gott avrik í einari truplari støðu.


Hvat hevur verið tín størsti brølari?

Nú er so stutt fráliðið, síðani eg bleiv borgarstjóri, so kanska eigi eg onkran stóran brølara til góðar. Men eg haldi sjálv, at eg skal blíva betur til at kunna fólk og skipanina, sum eg virki í. Eg eri von við at hava egið virkið, taka avgerðir og føra tær út í livið, men í einum politiskum systemi er tað eitt sindur øðrvísi. Tú kanst spara tær nógvar trupulleikar við at kunna røttu fólkini væl í góðari tíð. Tað kann eg gera betur.


Hvørjar fyrimunir og vansar eru við, at pápi tín var borgarstjóri í 16 ár áðrenn tú?

Fyrimunurin er, at eg havi ein pápa, sum hevur roynt tað mesta, sum eg nú geri. Eg líti fult á hann, og hann kann geva mær góð ráð. Hann veit nógv um politikk og Klaksvík, og tað er ein stór hjálp fyri meg. Vansin er kanska, at eg onkuntíð møti fordómum orsaka av honum – at fólk halda meg verða líka sum hann. Men vit eru sera ymisk. Ein dagin segði ein við meg, at “var tað pápi tín, sum sat í hasum stólinum, so var tað langt síðani ornað”. Eg haldi, at hann var meira litríkur enn eg, hann treivst væl í mótvindi, meðan eg havi brúk fyri eitt sindur av undanvindi.


Hvør er kendasti persónur, tú hevur hitt?

Drotning Margrethu munnu tey flestu kenna, men eg hevði eina stuttlig uppliving í flogfarinum á veg niður í summar. Ein av Liverpool legends sat við síðuna av mær, og vit prátaðu eitt sindur. Eg segði, at kendi ikki nógv til Liverpool, men eg mintist, at beiggi mín hevði plakatir av Ian Rush og Bruce Grobbelaar. Eg spurdi, um teir vóru við. Hann peikaði mær so á Ian Rush, og eg vinkaði til hansara. Spurdi so, um Grobbelaar ikki eisini var við. Jú, svaraði hann og peikaði á seg sjálvan. Vit fingu eitt gott og langt prát í flogfarinum, og eg bjóðaði teimum at koma til Klaksvíkar eina aðru ferð.


Hvønn eginleika hjá tær sjálvum ert tú glaðast fyri?

Eg eri positiv av lyndi, og tað hjálpir mær. Eg síggi tað góða fyrst, eg eri ikki so kompliserað, og tað ger kanska lívið lættari. Og ein styrki, sum kemur til góðar sum borgarstjóri, er, at eg eri góð til at fylgja málum upp. Í kommunupolitikki eru nógvir myndugleikar uppi í málum, og tað er skjótt at málini stegða upp, so tað ræður um at fylgja við.


Hvørjar veikleikar hevur tú?

Vissi eg fái eitt nei, so eri eg skjót at siga “gott er”. Skal læra meg verða eitt sindur treiskari. Eg eri í so lagalig, men tað er ikki altíð, at tað er best.


Hvat ger teg illa?

Fólk, sum ikki eru at líta á. Tað er blivið eitt sindur ov vanligt, at fólk siga eitt, men gera nakað annað. Fólk kunnu siga eina rúgvu, men klára ikki at liva upp til tað. Og eg haldi serliga mítt ættarlið og tey, sum eru yngri, duga væl at siga, hvussu vit kundu hugsa okkum tingini, men tá onkur krevur nakað av okkum, so eru vit ikki so skrøpp. Vit mugu eisini hugsa um at gera og geva nakað sjálvi. Vit fáa ongantíð ein vælferðarstat í Føroyum, tí tað hava vit ikki ráð til, men vit kunnu hava eitt vælferðarsamfelag fyri tað, har vit sum persónar hjálpa til at taka okkum væl av teimum veiku, børnunum og teimum eldru. Vit kunnu útrættað eina rúgvu sum fólk – og ikki bara sum system.


Hvat hevur lívið lært teg?

Tað er bíbilskt, men eg havi lært, at tú skalt verða ímóti øðrum, sum tú ynskir, at onnur eru ímóti tær. Tú skalt hava eina grundleggjandi virðing fyri fólki, sum tú samskiftir við. Um tú fert væl við fólki, fara tey eisini væl við tær. Og eg havi fingið mær sum motto, at eingin skal kunna koma og siga við meg “hvat var tað, tú segði um meg?”, uttan at eg kann siga, at ja, eg segði tað, og tað var tí og tí. Er tað okkurt, sum fólk ikki skulu hoyra aftur, so er tað betur ósagt.