- Eg eri stoltur av tær og tínum stovni

Bjørn Kalsø segði við móttøkuna, at arbeiðið, sum Bogi hevur framt, hevur sera stóran og avgerandi týdning fyri ta vitan, vit í dag hava um, hvussu havið og umhvørvið annars ávirkar fiskastovnarnar og lívið í havinum sum heild.  Eg eri stoltur av tær og tínum stovni, segði landsstýrismaðurin

Móttøka

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, heilsaði eisini Boga Hansen við móttøkuna í Nóatúni.
- Tað er mær ein stórur heiður og stór gleði at vera til samkomu á einum stovni, sum rúmar persóni, ið hevur fingið tvær stórar og sera heiðurligar viðurkenningar í dag.
Hann vísti á, at Bogi í fyrsta lagi hevur fingið heitið, "professari í havfrøði"  og í dag hevur hann eisini fingið umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.
Fiskimálaráðharrin segði, at Bogi Hansen í næstan 25 ár hevur verið knýttur at Fiskirannsóknarstovuni.

Sett síni spor
- Hann hevur starvast og granskað innan virkisøkið, havumhvørvi, í breiðari merking og hevur seinastu tíðina verið settur sum deildarleiðari á umhvørvisdeildini.
Bjørn Kalsø vísti á, at arbeiðið, sum Bogi hevur framt, hevur sera stóran og avgerandi týdning fyri ta vitan, vit í dag hava um, hvussu havið og umhvørvið annars ávirkar fiskastovnarnar og lívið í havinum sum heild.
- Harnæst hevur tú  kanska í størri mun enn nakar annar  sett tíni spor í tí arbeiði, sum hevur verið gjørt við tí fyri eyga at knýta Fiskirannsóknarstovuna at altjóða granskingarumhvørvi í breiðari merking.
Landsstýrismaðurin helt fyri, at í tíðum sum hesum, tá ið so nógv verður tosað um gransking og granskingarpark, er eingin loyna, at Fiskirannsóknarstovan er tann stovnur í Føroyum, sum hevur verið mest virkin, tá ið ræður um luttøku innan gransking í altjóða høpi.
- Hesum hava vit ikki minst Boga fyri at takka, legði hann aftrat.

Skrivligt tilfar
Bjørn Kalsø segði, at alment kenna vit Boga sum ein persón, ið hevur verið virkin at leggja skrivligt tilfar úr hondum  tilfar, sum lýsir hansara virkisøkið.
Landsstýrismaðurin vísti á dømir um hetta við at nevna greinar í ársfrágreiðingum, greinar hjá Fiskirannsóknarstovuni í altjóða viðurkendum tíðarritum og fyrilkestrar  og ikki minst, bókin um "Havið".
- Bókina um Havið havi eg lisið og mangan kagað í, og eg vil siga, at allir føroyingar, ið hava so tætt tilknýti til havið - og hjallin á sjónum, eiga at lesa hesa bók.
Og Bjørn Kalsø helt fram:
- Vit kenna Boga sum persónin, ið lýsir týdningin í arbeiðnum sera væl í myndum. Tann myndin, eg minnist allar best, er, tá ið Bogi lýsir kreftirnar aftanfyri havstreymarnar, sum eitt "hjarta" í kroppinum, ið hevur lívsneyðuga ávirkan á kroppin  og hvussu likamið annars hevur tað. Søgan er júst hin sama um havstreymarnar, sum eru lívsavgerandi fyri lívið í havinum.

Fult uppiborin
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum endaði við hesum orðum:
- Góði Bogi! Hjartaliga tillukku við tí tvídeildu viðurkenning. Tú hevur hana fult uppiborið. Sum landsstýrismaður eri eg stoltur av tær  og tínum stovni, segði Bjørn Kalsø.