Føroyar eru væl fyrireikaðar til at taka ímóti, skuldi tað hent, at eisini vit verða rakt av corona-virus.
Tað vissaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Løgtingið um í gjár.
Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, vildi hava at vita, hvussu støðan er í Føroyum, skuldi smittan komið hendavegin.
Og tað er ikki yvir at dylja, at hon nærkast í hvørjum, og nú er eisini tann fyrsti danskarin smittaður.
Eitt, sum órógvar løgtingsmannin fyri Miðflokkin, eru allir teir mótstríðandi upplýsingarnir, vit fáa um smittuna.
Eina løtu er smittuspjaðingin við at hæsa av, næstu løtuna eru myndugleikarnir við at missa tamarhaldið. Eina løtu er sjúkan álvarslig, næstu løtuni er hon ikki verri enn vanlig influensa.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at føroyar hava eina serliga tilbúgving í slíkum førum, og hesa tíðina hevur tilbúgvingar-bólkurin verið sama – og tað er fyrstu ferð í eini sjey ár.
Men annars fylgja vit leiðbeiningunum frá danska heilsustýrinum. Og Danmark verður mett at vera eitt land, sum er í fremstu røð at basa smittu, sum hesari
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at vit hava eina avbjóðing, vit skulu taka í fullum álvara, og tað er at hava eitt vakið eyga við fólki, sum koma til Føroya við ferðafólkaskipum og flogførum.
Hinvegin hevur Kaj Leo Holm Johannesen fingið upplýst, at føroyingar eru væl fyri at basa eini smittu, sum hesari. Men hinvegin skulu vit ikki loypa óneyðugan ótta á fólk.
Hann sigur, at vit hava nokk av smittuverjandi draktum, maskum og brillum. Men vit hava eisini avtalu við danska heilsuverkið um at taka ímóti smittaðum føroyingum, soleiðis at teir kunnu verða isoleraðir eftir forskriftunum.
– Eg føli meg púra tryggan og eg haldi, at vit skulu øll hava álit á, at okkara tilbúgving nóg sterk til at taka ímóti smittuni, sigur hann.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at vit skulu taka hetta í álvara, men vit eiga kortini at ikki at loypa fram av.
Tað eru lutfalsliga fá, sum doyggja av smittuni, og tey, sum doyggja, eru eldri fólk og smittan vísir seg ikki at raka børn og ung serliga meint. Hinvegin doyrt eitt barn hvønn einasta minutt í hungri og tosta.
Tí mælir hon staðiliga frá, at vit loypa óneyðugan ótta á fólk, tí hetta er ikki verri enn aðrar influensur, sum hava herjað.
Reimund Langaard heldur, at hetta er enn eitt dømi um, hvussu væl vit eru tryggjað í ríkisfelagsskapinum, tí vit fáa rættiliga gott samstarv við danskar myndugleikar