Eg fari at hugna mær

Fyri Jens Marna Hansen verður luttøkan í Melodi Grand Prix vónandi lopfjølin út í heim við tónleikinum. Men hjá ambitiøsa kollfirðingin verður luttøkan í annaðkvøld fyrst og fremst um at hugna sær

MGP 2010

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Í annaðkvøld verður tann stóra løtan, tá Jens Marni Hansen vónandi fer at blása áskoðarar og áhoyrarar í Gigantium í Aalborg og kring danska ríkið um koll við rokksanginum Gloria, sum forsangarin í Johnny Deluxe, Noam Haldby, hevur skrivað.

Jens Marni hevur fyrr í vikuni sagt við Sosialin og Rás 2, at hann sjálvandi vónar, at sangurin verður væl móttikin og fer at vinna, men at um hann ikki vinnur, so verður tað eingin skandala, tí hetta er ein partur av framtíðar promoveringini av honum í Danmark.

- Men eitt er heilt vist. Eg fari at gera mítt til fyri at vinna, mín innsatsur skal so ikki liggja eftir, hevur Jens Marni lovað.


Fyrireikingin dulmar nervarnar

Tað er lang tíð síðani at fyrireikingarnar hjá Jens Marna til Melodi Grand Prix fóru í gongd. Hann viðgongur eisini, at tað hevur verið strævið til tíðir, men leggur samstundis dent á, at øll henda tilgongdin hevur verið merkt av, at tað er sera professionelt fyriskipað, og at hetta er við til at taka broddin av nervunum.

- Tað er ein annar mentalitetur innanfyri arbeiði, kann mann siga. Teir hava eisini betri útgerð. Hetta er so størt, tað skal vera so perfekt alt tað heila, einki verður latið til tilfeldigheitirnar. Men vissi alt gongur sum tað skal, og man hevur ein rímiligan dag, so hugsi eg ikki so nógv um nervarnar, og eisini bara tað, at tað eru so nógvir prøvar, og mann fær prøva tingini av, so følir mann ein tryggleika har. Sjálvandi er mann spentur, tað ivist eg ikki eina løtu í, men nú mugu vit fáa at síggja, hvussu tað er. Mann fer at royna at gera sítt besta, sigur Jens Marni.


Jens Marni skal dansa

Føroyingar kenna best Jens Marna Hansen við einum gittara í hondini. Hann hevur altíð, tá hann hevur framført, havt ein gittara í hondini, og tað er vorðið ein partur av hansara image.

Men tá Jens Marni fer á pallin í annaðkvøld, verður tað uttan gittara. Sjálvur er Jens Marni ikki vanur við at framføra soleiðis, men kollfirðingurin er fyrireikaður til nýggju avbjóðingina.

Seinastu vikuna hevur hann fingið nakað av undirvísing í koreografi, soleiðis at hann ikki kemur at standa púra stillur.

- Men tað verður also ikki tann heilt villi dansurin alíkavæl, eg havi dansarar afturat mær, og eg skal bara læra at fylla senuna eitt sindur betri út uttan gittara, greiðir Jens Marni frá.


Fari at hugna mær

At vinna í annaðkvøld hevði sjálvandi verið ótrúliga stuttligt, ásannar Jens Marni, men hann vísir eisini á, at óansæð hvussu úrslitið verður, so hevur hetta longu latið nakrar dyr upp fyri at koma víðari við tónleikinum.

- Eg fari fyrst og fremst at royna at hugna mær. Skuldi tað gingið so væl, at eg vann, so taka vit tað harfrá, men nú mugu vit fyrst fáa at síggja, sigur knassin úr Kollafirði, sum í annaðkvøld klokkan 19 føroyska tíð fer at vísa síni kynstur í danska Melodi Grand Prixnum.


Gera nógv burturúr

Í heimbygdini hjá Jens Marna í Kollafirði gera fólk nógv burturúr tí, at teirra »egni« nú skal royna seg í danska Melodi Grand Prixnum.

Á Café Chill, sum liggur mitt í bygdini, verður skipað fyri einum serligum »Grand Prix kvøldi«, har kollfirðingar fara at savnast og fylgja við Melodi Grand Prix.

Fleiri av teimum nærmastu hjá Jens Marna verða stødd í Gigantium í Aalborg, og vit hava frætt úr Danmark, at fleiri føroyingar á Aalborgarleiðini eisini fara í Gigantium at vísa Jens Marna sín stuðul.

Melodi Grand Prix verður víst í Kringvarp Føroya frá klokkan 19 føroyska tíð.