Sjálvt um hon er uppstillað fyri valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Vágum, sum ikki tekur undir við at Løgtingið skal leggja upp í verkfallið, so hevur hon enn ikki tikið støðu til málið.
– Eg má geva mær møguleikan fyrst at lurta og síggja uppskotið. Hetta er púra nýtt fyri mær, tí eg eri kallað inn her úr mínum arbeiði, sigur hon í stuttari viðmerking við in.fo beint fyri, at tingfundurin skuldi setast klokkan 11.
Hon var ikki á fundinum hjá Vága Sambandsfelag í gjár, har tey viðgjørdu ósemjuna millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfealgið.
– Men eg eri kunnað um fundin, sigur hon.
Rósa Samuelsen er eisini burturstødd, men hon hevur ikki biðið um farloyvi í dag. Næstur á listanum eftir Eyðdis Hartmann Niclasen er Sámal Hanni Lognberg úr Skopun.