- Eg fegnist um góðu gongdina hjá Smyril Line

Tey, sum halda, at Óli Hammer í dag er ein bittur maður, taka púrasta feil. Tað er hann ikki, og eingin er fegnari enn hann um, at stóra hallið hjá Smyril Line tey fyrstu árini við nýggja skipinum nú er vent til avlop. Síðan hann fór úr starvinum sum stjóri eftir 22 ár í hesum starvi, hevur hann verið nevndarformaður í Smyril Blue Water, og tað er hann framvegis

Smyril Line 25 ár

 

Vit sessast inni í kamarinum hjá Óla Hammer og konuni Martu ein av túrunum til Danmarkar við Norrønu. Kamarið er rúmsátt, og har er meira enn sengur og lítið borð. Softa og góðir stólar eru eisini at sita í. Hetta er eitt av teimum góðu kømrunum umborð. Óli, sum í dag er 63 ára gamalur, sigur, at við í ferðalagnum eru hann, konan og verdóttir við tveimum smágentum.

Tíðin til prát í hesum umfari er ikki óendaliga long, tí um ein ella tveir tímar eru vit í Hanstholm.

- Jú, enn havi eg nakrar fyrimunir umborð, og eg plagi at vera inni á kamarinum sum longst, tá vit nærkast landi, sigur Óli og smílist.

 

Hann er ímyndin

Í nógv ár var Óli Hammer skipari í føroyskari innan-og uttanlandssigling, og í meira enn 22 ár var hann stjóri í Smyril Line.

Tað er tí ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hann hevur verið ímyndin hjá okkum føroyingum at reisa á føtur ta uttanlandssigling, sum vit hava havt gjøgnum fleiri ár og framvegis hava í dag.

Hann var høvuðsmaðurin aftanfyri stovnanina av Smyril Line, sum hevði 25 ár á baki 1. november í ár, og komandi summar verða 25 ár, síðan felagið keypti fyrstu Norrønu.

Óli hevur verið ein slóðari, og hann var av sonnum pionerurin á sínum øki.

Vit plaga at siga um pionerarnar, at teir eru frammanfyri sína tíð. Men var eingin fyrstur, høvdu vit mangan verið seinir á sjóvarfallinum, eisini í vinnuligum høpi.

Men tað hevur ikki altíð verið lætt at verið tann, sum slóðaði fyri, og tað hevur ikki altíð verið lætt at verið Óli Hammer.

Nýggja Norrøna var ein veldug íløga og eitt stórt tak, og byrjanin kundi illa gingið verri við fleiri óhappum, sum kostaðu felagnum dýrt. Hvussu pionerurin hevði tað tey fyrstu tungu árini við stóra og stásiliga skipinum, kunnu vit bara ímynda okkum.

 

Slett ikki bittur

Í 2005 var tíðin liðug hjá Óla Hammer sum stjóra í Smyril Line, men hann er ongantíð dottin langt burtur frá felagnum. Tá stjóratíðin var úti, gjørdist hann nevndarformaður í Smyril Blue Water, sum er flutningsfelagið, ið tekur sær av farmaflutninginum.

Tey, sum halda, at Óli Hammer í dag er ein bittur maður, taka púrasta feil. Tað er hann ikki, og eingin er fegnari enn hann um, at stóra hallið hjá Smyril Line tey fyrstu árini við nýggja skipinum nú er vent til avlop.

- Tá eg fór frá sum stjóri í Smyril Line, høvdu vit júst fingið eina fíggjarliga loysn fyri felagið, og tá høvdu vit eisini fingið ein leist, sum gjørdi, at útlitini hjá felagnum sóu betur út. At eftirtíðin vísti, at loysnin kortini ikki rakk heilt á mál, er so tað.

Hann vísir á, at tey fyrstu tvey árini við gomlu Norrønu eisini góvu hall, men triðja árið hevði felagið avlop.

- Við nýggju Norrønu góvu trý tey fyrstu árini hall, men síðan stóð upp og niður, sigur Óli.

Hann heldur, at kemur einki óvæntað hóttafall á hjá skipi og reiðaríi, sum felagið ikki kennir í dag, skuldi felagið verið komið burtur úr fíggjarligu trupulleikunum.

- Tað er eingin fegnari um hetta enn eg, sigur fyrrverandi stjórin í Smyril Line.

Óli vísir á, at felagið hevur tríggjar høvuðsinntøkur. Tann fyrsta er sølan av ferðaseðlum, onnur er sølan umborð, og hin triðja er farmaflutningurin.

- Nú gongur nógv betur á øllum “frontum”, sum hann tekur til.

 

25 ár á baki

Á allahalgannadegi 1. november 1982 varð Smyril Line stovnað við Alberti Mortensen sum nevndarformanni.

- Orsøkin til, at vit fóru í gongd, var, at politiski myndugleikin hevði spælt fallit, og spurningurin um føroyska uttanlandssigling kostaði eitt landsstýri. Hetta var sonevnda Lassa II-málið, sum Óli tekur til.

Eftir at nýggj samgonga varð skipað, og nýtt landsstýri kom til, vildu hesi stuðla keypi av einum skipi, treytað av, at felagið var privat.

- Eitt annað, sum gjørdi, at vit fóru í gongd, var, at vit hoyrdu, at íslendingar høvdu leigað skip, sum skuldi setast í sigling várið eftir. Hetta var eisini viðvirkandi til, at vit komu upp úr stólinum.

Óli vísir á, at um íslendingar tá komu við einum góðum nútímans skipi, hevði góði gamli Smyril ivaleyst havt lítlan kjans at staðið seg í kappingini.

- Eg førdi Smyril í átta ár - frá tí, at hann kom til landið, til eg gjørdist stjóri í Smyril Line.

Hann sigur, at tá ið Smyril kom í 1975, var málið í fyrsta lagi at fáa eina betri ferju til Suðuroyarsiglingina.

- Fyri at fáa meira pening í kassan, varð skipið eisini sett í millumlandasigling um summarið, fyrst yvir á Seyðisfjørðin og seinni eisini til Scrabster. Í 1980 samdist politiski myndugleikin um at keypa Teistan, sum kom til landið um summarið. Hetta árið fóru vit eisini at sigla upp á Hanstholm. Teistin fór nú at sigla í innanlandssigling burtur av og Smyril í uttanlandssigling.

Hann sigur, at fyrsta royndin at sigla millum lond um veturin 1980/1981 gav so stórt hall, at rutan varð steðgað.

- Løgtingsval hevur verið, og nú er nýtt landsstýri komið til. Allir smyrla-menninir við Atla P. Dam og Finnboga Ísaksyni á odda, vóru nú burtur.

Hann sigur, at ein annar stuðul, sum eigur at verða nevndur, er Jógvan Sundstein.

- Eg vil siga, at tað serliga vóru hesir tríggir, sum politiskt royndu at slóða fyri føroyskari millumlandasigling við Thomasi Arabo, táverandi stjóra á Strandfaraskipum Landsins.

 

Stovnaðu felagið

Óli Hammer sigur, at fíggjarliga rásarúmið hjá teimum at reisa felagið á føtur var veikt, og tí var hetta eitt tak, sum fleiri máttu taka í felag, bæði Føroya fólk, almennu Føroyar og stovnar.

- Vit fóru nú at arbeiða við at stovna eitt nýtt felag og leita eftir skipi til hesa sigling. Undirtøkan millum føroyingar var sera stór. Sum eg nevndi, lógu íslendingar eisini fram við, og her ráddi um at vera fyrstir á “bananum”.

Óli sigur, at tað eydnaðist felagnum at keypa gomlu Norrønu, sum var svenska ferjan Gustav Wasa. Hetta var í februar 1983.

- Vit keyptu skipið fyri umleið 100 miljónir krónur og umbygdu tað fyri einar 40 miljónir krónur. Soleiðis stóð gamla Norrøna í umleið 140 miljónum krónum, tá skipið fór í sigling.

Hann heldur, at hetta var eitt rímiligt keyp, tí skipið var bert 10 ára gamalt, var væl røkt og var í góðum standi.

- Hetta var ein landsuppgáva, og hóast undirtøkan var stór – ikki minst millum føroyingar, gjørdist fíggjarliga orkan ikki stór. Landskassin teknaði seg fyri 20% av partapeninginum og veitti veð fyri 20% av lántøkuni.

Óli sigur, at gamla Norrøna byrjaði at sigla gomlu rutuna hjá Smyrli, nevniliga Tórshavn, Bergen, Hanstholm, Bergen, Tórshavn, Scrabster, Tórshavn, Seyðisfjørður, Tórshavn.

- Í 1984 broyta vit rutuna, og seta skipið í beinleiðis kapping við Winston Churchill hjá DFDS, sum tá hevði siglt upp á Føroyar í eini 100 ár. Tá fara vit at sigla beinleiðis upp á Hanstholm, meðan teir sigla upp á Esbjerg. Vit niðurløgdu eisini Scrabster-rutuna, men fyri at varðveita sambandið við Bretland, tóku vit Lerwick við.

Óli sigur, at seinasti túrurin hjá Winston Churchill til Føroya var í 1991.

 

DFDS gavst

- Sum tíðin leið, fingu vit samstarv við DFDS á charterøkinum, og at enda spurdu vit teir, hvørjar teirra treytir vóru fyri at gevast við Føroya-siglingini. Nú vóru vit komin inn í byrjanina av nítiárunum, sum var ein ring tíð í Føroyum.

Hann vísir á, at DFDS vóru sinnaðir at viðgera spurningin um at gevast við Føroya-siglingini.

- Jú, teir søgdu seg vilja gevast treytað av, at vit vildu sigla upp á Esbjerg í staðin fyri Hanstholm. Ein onnur treyt var, at DFDS gjørdist okkara umboð í Danmark, samstundis sum teir vildu niðurleggja sítt umboð í Føroyum.

Óli sigur, at Norrøna nú sigldi upp á Esbjerg í fimm ár og vendi síðan aftur til Hanstholm.

- Tá vit fóru at sigla til Esbjerg, noyddust vit at niðurleggja Hetlands-siglingina, tí siglingin tók longri tíð.

Hann sigur, at tað vóru fleiri orsøkir til, at felagið aftur vildi sleppa at sigla upp á Hanstholm, og sum tíðin leið, vildi DFDS eisini sleppa kravinum um Esbjerg.

- Tá vit byrjaðu aftur at sigla upp á Hanstholm, fingu vit eisini okkara egna umboð har, sigur Óli Hammer.

Hann heldur, at saman um tikið vóru teir hjá DFDS góðir at tosa við, og hann ásannar, at felagið gavst at sigla upp á Føroyar í tøkum tíma.

- Eins og vit, dugdu teir at síggja, at grundarlag ikki var fyri tveimum skipum á farleiðini millum Føroyar og Danmark, sigur Óli Hammer.

 

Ein long søga

Í kamarinum hjá Óla Hammer hendan dagin ávegis til Danmarkar, fingu vit ein stóran part av søguni aftanfyri føroyska uttanlandssigling og Smyril Line, men tað verður ov drúgt í hesum umfari at taka alt við.

Vit ætla tí at venda aftur til felagið, sum nú er farið um tey tjúgufimm árini, í eini aðrari grein.

Sáttmálin um at smíða eina nýggja Norrønu varð undirskrivaður í 1999, og í 2003 byrjaði nýggja skipið at sigla fyri Smyril Line.