Fyri Sonju og Jóhannes Klein á Vatnsoyrum er Summarfestivalurin ein fastur partur av summarinum.
- Summarfestivalurin er so væl fyriskipaður, skilt á tann hátt, at her er okkurt til øll. Tí dámar mær hann øgiliga væl og so eisini at hitta nógv fólk, sigur Sonja.
- Eg fylgi bara eitt sindur við konuni, letur skemtandi úr Jóhannesi.
Sum nú er koyra tey bæði ímillum, men soleiðis verður ikki næsta ár.
- Tá skulu vit gista á campingøkinum, tí har er so hugnaligt, sigur Sonja, sum saman við manninum júst hevur verið til ein drekkamunn hjá vinfólki á stóra campingøkinum aftan fyri Stórapall.
Tað er serliga eitt navn, sum hevur drigið Sonju og Johannes norður á festival.
- TV2. Teir havi eg dámað so langt, sum eg kann minnast. Eg gleði meg at standa mitt í rokanum og syngja við 'Første kærester på månen', sigur Sonja flennandi.
Besta Summarfestivalkonsertin hjá teimum báðum var í fjør.
- Okkum dámdu heilt óalmindiliga væl Bobby Bear í fjør. Tað er nokk besta og minniligasta konsertin hjá okkum, sigur Jóhannes.