Eg góðtaki bara lívið sum tað er

– Seinastu mongu árini havi eg hvønn vetur verið sannførdur um, at eg eri leysur av árstíðum, og at myrkur, vindur og regn tí ikki ávirka mítt lyndi, sigur Jákup Magnussen, útvarpsmaður, í Summarprátinum hesaferð. Hann elskar mjørka, ræðist ikki myrkrið og kennir ljósu tíðina sum eina gávu, men gott er av og á at sleppa av landinum at vera anonymur, heldur hann

Rødd hansara hevur í nærum 30 ár verið at hoyrt í hvørjum útvarpslurti í landinum, og seinnu árini hevur hann í sínum sendingum hugleitt um tilveruna, samfelagið og innara friðin. Í hesi samrøðuni fara vit á upp­dag­ingarferð í hugaheiminum hjá Jákupi Magnussen.


Hvønn týdning hevur tann ljósa tíðin fyri teg?


Vár og summar eru stuttligari, tí fólk verða meira opin, og nógv tiltøk verða sett í verk. Tað er eisini sera lívs­játt­andi, at flytifuglurin kemur aftur, og at fólkalívið livnar sum heild. Lívs­dygdin verður eisini størri, tí sól­orkan ger meg betur føran fyri at vera til staðar í lívinum. Hon gevur mær hug at spæla og smílast meira, ja, eis­ini elska meira.


Er ljósið ein fortreyt fyri, at vit eru eydnusom?


Eg haldi ikki, at ljósa tíðin er ein bein­leiðis fortreyt fyri, at vit eru eydnu­som. Men av tí, at vit lata okkum stýra so nógv av veðrinum, tykist ljósa tíðin at vera fortreytin fyri góðum lag og trivnaði. Tað er vísindaliga prógv­að, at menniskjanum tørvar ljós, og eg ivist ikki í, at so leingi fólk verða stýrd av ytri viðurskiftum, verður myrkur orsøk til tunglyndi og aðrar sinnisligar lívskreppur. Nógv kunnu vit tó gera fyri at bøta um okkara yo-yo lyndi. Eg havi í eitt áramál lært meg at góðtaka lívið, sum tað lagar seg. Hetta hevur bøtt um javnvágina í mín­um lívi og eisini minkað um sinnis­ligu ávirkanina av veðrinum.


Er tann ljósa tíðin betri enn tann myrka tíðin?


Her má eg siga, at alt er líkaverdugt, og tí eru árstíðirnar bara, sum tær nú einaferð eru. Betri og verri er ein sinnislig meting, sum tekur annað fram um hitt. Tað kann samanberast við tað at gera mistøk. Mistøk havi lægri tign enn tað, sum eydnast, men uttan mistøkini høvdu vit ikki lært, hvussu vit kunnu fremja brøgd og megnar­avrik. Alt hevur sín rætt.


Er lyndið í føroyingum ávirkað av veðurlagnum?


Føroyingurin letur seg stýra av myrkr­inum. At síggja til húka vit nógv, og talumátin er mangan rættiliga jaja. Vit tosa altíð um regnið, hóast vit eru fødd inn í tað. Nú skal eg ikki gene­ralisera ov nógv, tí føroyingar finn­ast, sum hava stórt yvirskot og seta nógv í verk, men nógv okkara vanta orku. Er landið kanska so lítið, at vit stjala orku frá hvørjum øðrum við ov nógvum eftirliti? Prógvið um, at veðurlagið ávirkar okk­um, er várið. Tað tykist sum, at før­oyingar snara 180 stig, tá sólin hækkar. Og vit verða samsvarandi vón­brotin, tá summ­arið ikki eftirlíkar veður­ynskjum okkara.


Ert tú nakrantíð bangin fyri myrkrinum?


Nei, tað eri eg ikki. Haldi tað hin­vegin vera spennandi. Minnir nakað um lívið, ið eg haldi vera mest spenn­­andi, tá eg havi so fáar ætlanir sum gjørligt, tí tað letur upp fyri tí ókenda. Tá eg vaks upp, var onki inter­­net ella aðrir margmiðlar. Vit høvdu plátuspælaran og útvarpið. Tí spældu vit næstan altíð úti, eisini tey myrku vetrarkvøldini. Veðrið var ikki av­gerandi, tí vit lagaðu tey nógvu goymi- og leitispølini eftir tí. Eg haldi, hetta er ein orsøk til, at eg ikki ræð­ist myrkrið. Í dag dámar mær eis­ini væl náttina, tí tá reflekteri eg um lívið og spáki mínar túrar.


Verður tú veðursjúkur av myrkri, vindi og regni?


Ljósa tíðin kemur hvørt ár til mín sum bæði gáva og yvirraskilsi. Sein­astu mongu árini havi eg hvønn vetur verið sannførdur um, at eg eri leysur av árstíðum, og at myrkur, vind­ur og regn tí ikki ávirka mítt lyndi. Hetta er nú ikki bara ynski­hugsan, tí eg eri sannførdur um, at øll náttúru­fyrbrigdi bara eru, sum tey eru, og at vit onki kunnu gera, sum kann broyta ein illfýsisdag til summardag. Kort­ini kann eg ikki hava alt upp á pláss í so máta, tí tá mars mánaði er hálv­runnin, kenni eg á mær, at eg lýsni og verði meira nærverandi.


Hevur tú nakrantíð ætlað at flutt úr Føroyum orsakað av mjørka?


Ja, fyrr gjørdi eg tað ofta. Í bak­spegl­inum síggi eg meg sjálvan sum rætt­iliga tunglyntan og negativan. Tað var helst orsøkin til, at eg fór at læra meg at vera ærligur um mín persón og fáa frið við meg sjálvan og onnur. Eg var stýrdur av egonum, sum ongantíð var í friði. Eg hevði ikki valdið í egnum lívi, og tí hevði eg eis­ini rættiliga døkkar periodur og var sannførdur um, at í øðrum lond­um gingu fólk á gullgøtum. Hetta kom serliga til sjóndar, tá veðrið leik­aði í. Tá bannaði og blótaði eg mangan um hesar klettar og siteraði tvøra­mannin, Pól í Føroyum, sum segði, at Føroyar bara vóru nakrir klettar til flytifuglarnar at hvíla seg á. Eg royndi at búgva bæði í Norra og Danmark, men var ikki eydnuríkari har. Tað segði mær so, at veðrið er ikki tann týdningarmesti faktorurin í mín­um trivnaði.


Tolir tú mjørka?


Eg bart út sagt elski mjørka. Haldi tað vera so hugnaligt at ganga í havnar­gøtum, tá tjúkkur mjørki ligg­ur millum húsini. Tokan gevur ein intiman stemning, ja, eitthvørt fjálgt og trygt er yvir henni. Og tað er við mjørk­anum, vindinum, regninum sum við øðrum lívsumstøðum, alt broyt­ist, endar og gevur pláss fyri øðr­um. Um tær ikki dámar mjørkan, er kanska best ikki at identifisera seg við hann. Hann er ikki partur av tær ella mær, men eitt fyribrigdi, sum gongur yvir.


Eru skiftandi árstíðirnar ein mynd av lívinum?


Ja, avgjørt. Eg haldi, at allar árstíðir hava stóran týdning. Um summarið blóma vit og eru útfarandi, liva okk­ara fysisku síðu, meðan vit um vetur­in søkja inneftir, gera upp, hugsa og gera niðurstøður. Um vit vilja tað ella ei, og lívsførslan kanska mótarbeiðir hesum, eru vit partur av náttúruni. Og eins og náttúran fer heim fyri at geva pláss fyri nýggjum til komandi vár, gera vit tað sama. Tað er tann uni­ver­sella ringrásin, sum eisini hevur stóran týdning fyri okkum og er ein mynd av okkum.


Hvussu hevur tú tað, um føroyska summarið ikki er gott?


Fyrr kundi eg gott geva føroyska veð­ur­lagnum skyldina fyri mína ónøkt­andi støðu. Seinnu árini havi eg tó søkt hitan uttanlands, tí hiti er góður kropsliga. Aðrar orsøkir eru eis­ini til mínar uttanlandsferðir. Las eina bók fyri nøkrum árum síðan, har ein kendur høvundi ráddi fólki til at vitja nýggj støð einaferð um árið. Hann segði tað vera gott fyri sinnið, og eg má geva honum rætt. Eis­ini haldi eg, at tað er gott fyri meg sum føroying at vera anonymur ein part av árinum. Sjálvt um eg helst síggi meg sum ein, ið ikki tekur sær tykni av, hvat onnur siga og halda, so merki eg væl á mær, at mær tørvar broyting viðhvørt.


Hvat er tað besta ein dag við bláum himni og bakandi sól?


Eg kenni eina kvinnu, sum við sínum verumáta hevur mint meg á, at lívið er bara her og nú, og at eg sjálvur geri av, um eg havi gron ella smílist um alt andlitið. Eg havi í mínari sjálvs­menningargongd havt lyndi til at vera í so djúpur og at skula ana­lysera alt. Onki eigur at takast frá sjálvs­menningini, tí hon hevur millum annað lært meg takksemi fyri at liva sum menniskja, men javn­vág eigur at vera millum tann partin, sum vendir sær inneftir, og tann partin, sum av hesum sama heystar frið, gleði og nøgdsemi. Og tað er serliga ein slíkan kláran dag, at eg síggi lívsins undur.


Hvat dámar tær best, summarlitir ella heystarlitir?


Litirnir fylgja árstíðunum, so eg leggi ikki stórvegis í tær broytingar, sum henda. Men eg haldi allar litir vera vakrar, eisini heystarlitirnar, ið um­boða afturvendanina til náttúruna. Tá tað kemur til klæðir, haldi eg tó, at fólk, sum ganga í ljósum klæðum á vetri, onkursvegna eru í betri lag. Tey royna at kompensera fyri myrkrið, og ivaleyst er tað eitt gott hugskot.


Finst eydnan í verðini ella inni í okkum sjálvum?


Eydnan er nógv treytað av ytri viður­skiftum, so rættast er at læra seg at góðtaka verðina, sum hon er, og søkja inn­eftir eftir viðurkenning av sær sjálvum. Tað gevur frið. Sjálvsvirði hevur stóran týdning fyri, hvussu tú samspælir við verðina. Gandhi segði, at vit skulu vera tann broytingin, vit vilja síggja í verðini. Og at vera ærlig um okkara persón og handla er í stuttum tað, vit megna. Vit skulu ikki vænta so nógv av øðrum. Onn­ur fólk gera ikki altíð eftir okkara ynskjum, og tá sita vit mangan eftir á pínu­bonkinum so nakkalong og vón­brotin. Vanligt er, at vit tá ákæra tey fyri bæði eitt og annað, men í veru­leikanum hava tey bara handlað eftir egnari sannføring. Hetta mugu vit rúma, tí allur bundinskapur endar við sorg ella líðing.


Er lívið ein støðug tráan eftir tryggleika, endurtøkum og eydnu?


Mennsikjan stúrir fyri ikki at hava nóg mikið og roynir at binda um heilan fingur við at tryggja fram­tíðina upp á allar hugsandi mátar, hóast ongin trygd er fyri, at vit liva í morgin. Tað er egoið, sum stýrir. Egoið er ongantíð beint nú, men nýtir for­tíðina sum modell fyri, hvussu fram­tíðin kann fara at laga seg. Øll tey fólk, eisini munkar, sum meditera nógv, hava sum endamál at koma burtur úr hesum tankastreyminum. At pendla millum fortíð og framtíð er í veruleikanum at sabotera lívið, sum bara er nú. Lívið er ein støðug tráan eftir eydnu, men vit søkja oftast ikki inneftir og læra okkum at liva í samljóði við tær universellu lógirnar. Ístaðin søkja vit eydnuna í sex, hjúnarbandi, bilum, fótbólti, religión o.s.fr. Vit identifisera okkum við hesi fyribrigdi, ið er tað sama sum at vera eitt við tey.


Hvat er eitt eydnuríkt lív?


Tja, ert tú positivur, er grundarlag fyri at vera eydnuríkur. Fyrsti tankin er grundarlag fyri næsta tanka, so tað ræð­ur um at hava tann fyrra góðan. At elska seg sjálvan er eisini eitt sera gott grundarlag fyri eydnuríkum lívi, tí annars veit ein ikki, hvat kærleiki er. Sjálvur eri eg eydnuríkur, tá eg kann vera til gagns fyri onnur, sam­stundis sum tað kennist gott at vera eg og hava eitt ávíst virði. Um tú hev­ur hetta við tær, kemur alt annað av sær sjálvum.