- Eg gjørdist ógvuliga skelkaður

Ein av teimum, sum sá tilburðin, tá ið ein vørubilur, sum skuldi til Suðuroyar við Smyrli næstsíðsta mánakvøld, koyrdi á sjógv, var Erland Mørkøre, yvirstýrimaður umborð á Smyrli hendan túrin.
<DPTAB>    - Tað er ógvuliga óhugnaligt og skelkandi at síggja ein bil soleiðis koyra á sjógv, og tú ikki veitst, um eitt ella fleiri fólk eru í bilinum, sigur hann

Bilur á sjógv

Tað eru tey, sum kanska hava fingið ta fatan, at bilurin, sum koyrdi á sjógv í Havn næstseinasta mánakvøld, fór út av bryggjukantinum, tá ið hann skuldi bakka umborð á Smyrli.
- Men soleiðis er tað ikki. Hetta er ein misskiljing, tí bilurin var ikki komin heilt út til okkara, tá ið óhappið hendi, sigur yvirstýrimaðurin umborð á Smyrli hendan túrin, Erland Mørkøre.
Hann var staddur á dekkinum, tá ið bilurin kom koyrandi av parkeringsøkinum við Bursatanga og úteftir bryggjuni.
- Bilurin kom koyrandi úteftir sum aðrir bilar, men koyrdi ov stutt út. Av eini ella aðrari orsøk, snarar bilførarin ov tíðliga til høgru; hann kemur oman á bryggjukantin og koppar út av.

Sakk skjótt

Erland sigur, at hann gjørdist ógvuliga skakkur, tá ið hann sá bilin fara út av bryggjukantinum.
- Eg leyp til við einum bátshaka, men bilurin sakk ógvuliga skjótt. Ein annar maður kom eisini til beinanvegin.
Erland sigur, at bilførarin fór niður við bilinum, men megnaði at sleppa sær út úr bilinum og koma uppaftur at flóta.
- Hann tók nøkur tøk inn ímóti einum gummiringi og helt fast í ringin. Her fingu vit í hondina á honum og vit báðir, sum vóru teir fyrstu, hjálptu honum saman við øðrum upp á bryggjuna.
Erland sigur, at tað fyrsta, bilførarin segði, tá ið teir komu til
hansara, var, at hann var einsamallur í bilinum.
- Tað var ein veldugur lætti, sigur hann.

Róligur bilførari

Yvirstýrimaðurin sigur, at tað var ógvuliga skelkandi at síggja ein bil soleiðis fara út av bryggjukantinum og søkka ? uttan at fáa gjørt nakað.
- Bilførarin var ein ungur maður. Hann dugdi væl at svimja og vísti seg at vera ógvuliga róligur. Tað var eingin panikkur í honum, sigur Erland.
Hann heldur, at bilførarin í fyrsta lagi hevur sær sjálvum at takka fyri, at hann slapp so væl frá hendingini.
- Tað, at maðurin hevur verið fimur og dugdi væl at svimja, er ivaleyst orøskin til, at hann slapp so væl frá hendingini, sigur Erland.

Ilt at meta

- Sum eg havi skilt, hevði hann rútin niðurskrúvaðan, og haðani var hann sloppin út úr bilinum. Vóru fleiri fólk í bilinum, kundi hendingin skjótt endað við eini vanlukku, tí bilurin sakk so skjótt, og lítið og einki var hjá okkum at gera.
Erland Mørkøre dugir ikki at meta um, hvørt tað hevði verið møguligt at hildið bilinum uppi í sjónum við bátshakanum, um hann hevði fingið fatur á bilinum, áðrenn hann sakk.