- Eg gjørdist rættiliga ovfarin

Handilshúsið Berglon í Runavík er kosið at vera Ársins Jólahandil í 2010. - Flestu handlar eru í miðstaðarøkinum, og har búgva eisini nógv flest fólk. Tí væntaði eg slett ikki, at okkara handilshús fór at vinna hesa atkvøðugreiðslu, sigur handilsleiðarin í Berglon, Eyðvør Berg

ÁRSINS JÓLAHANDIL

Tollaksmessudag varð handilshúsið Berglon í Runavík kosið at vera Ársins Jólahandil 2010. Tað var ein sms-atkvøðugreiðsla, sum Miðlahúsið skipaði fyri millum 60 handlar kring um í Føroyum, ið gav snotuliga handilshúsinum Berglon hendan heiður.
Í sambandi við avdúkingina var Rás2 á staðnum og sendi í umleið ein tíma ”live” úr húsinum.
Tað var Eyðun Samuelsen, marknaðarleiðari á Sosialinum, sum avdúkaði úrslitið av atkvøðugreiðsluni.
James Olsen, sum var vertur hjá Rás2 við hetta høvi í Berglon, prátaði eisini við handilsleiðaran, Eyðvør Berg, nøkur starvsfólk og viðskiftafólk, sum vóru inni á gólvinum hesa løtu tollaksmessudag.

Rímilig søla
Eyðvør Berg, handilsleiðari, heldur, at jólasølan í ár hevur verið umleið hin sama sum í fjør.
- Vit hava ikki neyvt útgreinað, hvat fólk hava keypt í ár í mun til í fjør, men líkt er til, at fólk hava roynt at keypt skilagott – um eg so kann siga.
Handilsleiðarin sigur, at í staðin fyri at keypa hvat sum helst, eru ábendingar um, at fólk kanska heldur hava keypt klæðir, brúkslutir og ting, sum tey veruliga vita koma til brúks.
- Eg vil ikki siga, at jólagávurnar endiliga hava verið bíligari enn í fjør, men skilabetri, leggur hon aftrat.

Eyðvør ovfarin
- Eg gjørist rættiliga ovfarin av, at okkara handilshús varð kosið at vera Ársins Jólahandil í ár. Flestu handlar eru í miðstaðarøkinum, og har búgva eisini nógv flest fólk. Tí væntaði eg slett ikki, at okkara handilshús fór at vinna hesa atkvøðugreiðslu.
Eyðvør Berg heldur fyri, at tað er altíð gott og fløvandi við einum herðaklappi sum hesum.
Handilsleiðarin ynskir í hesum sambandi at takka øllum teimum, sum atkvøddu fyri Berglon sum Ársins Jólahandli 2010.

Tríggir handlar
Í handilshúsinum Berglon eru tríggir handlar, Teymar, sum serliga selir sjóklæðir og arbeiðsklæði, Gávan sum selir búnýtisvørur av ymiskum slagi – ella ”brugskunst”, sum danir rópa tað – og síðan Leika, ið serliga selir leikur og uttanduraklæðir til børn.
Handilshúsið Berglon í Runavík húsast á umleið 1200 fermetrum tilsamans.