Eg haldi eg liti tilveruna hjá fólki

Tað sigur Snæbjørn Hansen, leiðari í Málingahandlinum. Hann heldur, at tað var heilt tilvildarligt, at hann endaði í starvinum, og hann hevur leingi havt ætlanir um at ferðast í egnnum landi. Ræst kjøt er hansara lívrættur, og hann fevnir breitt innan tónleik

Hvat er tað besta við starvinum?
Teir góðu summardaganir tá nógv er at gera. Haldi eg eri við til at lita tilverðurna hjá fólki :)

Hví valdi tú hetta arbeiðið?
Valdi og valdi, haldi tað var reint tilfeldigt at eg endaði í starvinum. Men sum so nógv onnur, so blívur man hangandi :)

Hvat ger tú í frítíðini?
Sparki bólt sunnudagar, annars vitji fólk.

Ferðast tú nógv í egnum landi?
Nei, tað er synd at siga. Men havi havt ætlanir um tað í fleiri ár, so hvør veit um man byrjar í ár.

Tá tú ferðast uttanlands, er tú til sólbað á strondini ella til aktiva feriu?
Dugi ikki heilt at siga A ella B. Eitt sindur av báðum.

Hvat er tín lívrættur?
Ræstkjøt

Dugir tú at gera mat?
Nei, men eitt av tingunum eg arbeiði uppá

Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Tíðindir og fótbólti. Annars eisini um ein góður filmur er á skránni.

Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Rættiliga blandað. Alt frá Heavy Metal til gospel. Men tó mest tí fyrra.

Hvørjar eru tíni ítrótta áhugamál?
Fótbóltur er nokk tað einasta sum so.

Hvønn persón hevði tú helst vilja møtt, søguligan ella núlivandi?
Jesus