– Eg handlaði í góðari trúgv

Tað sigur Hanus Sam­ró, løgtingsmaður, sum hevur varðað av smá­part­a­fel­ag­num »Ó«, sum m. a. útvegar les­andi avsláttarkort.

Men trupulleikin er, at fel­ag­ið er undir trota­bú­s­við­gerð í skiftirættinum, tí at fel­ag­ið ikki hevur altið inn rokn­skap fyri 2012. Tískil er nevnd og leiðsla koyrd frá, og Føroya Skiftirættur hev­ur ábyrgdina av felag­num. Kortini hevur Hanus Sam­ró, sum eisin er løg­tings­mað­ur, sent fleiri tíð­ind­a­skriv út vegna felagið – og mik­u­dagin boðaði hann frá, at tey 1.350 avsláttarkortini eru komin og fáast á yms­um skúlum.

– Støðan hjá felagnum er ó­broytt. Tað er framvegis skift­i­rætt­urin, sum hevur á­byrgd­ina av felagnum, so um eigararnir hava okk­urt virksemi, so er tað í øllum førum ikki í smá­part­a­fel­ag­num Ó, sigur Kristin Balle á Skrá­seting Føroya.

Sambært Hanusi Sam­ró var tað eitt mistak, at rokn­skap­ur­in ikki var farin inn.

– Hetta er bara teknikkur, og við­ur­skiftini koma aftur í rætt­lag í dag ella í morgin, segði hann við in.fo í gjár, sum spurdi hann, um hann hevði fingið loyvi frá Skrá­seting Føroyar at virka fel­ags­ins vegna.

Men tað hevur hann ikki spurt skrásetingina um.

– Eg havi advokat á máli­num, sigur hann, og havi handl­að í góðari trúgv – tí tað snýr seg bara um at geva lesandi bíligari kaffi.

– Eg eri í ferð við at fáa við­ur­skift­ini í rættlag aftur, og tá fari eg sjálvur at taka mær av fel­ag­num, sigur Han­us Samró.