Hann fortelur sjáldan fólkum um sítt arbeiði, hóast hann er errin av tí og veruliga trýr upp á tað, hann ger.
- Eg royni altíð at skáka mær undan at fortelja, at eg fáist við filmslist, tí tað eru tey fæstu sum veruliga vita, hvat tað vil siga at fáast við film í Føroyum, sigur Sakaris Stórá, filmsleikstjóri.
Í farnu viku kundi lítillætni leikstjórin úr Skopun sum tann fyrsti nakrantíð kalla seg vinnara av føroysku filmsvirðislønini Geytin. Virðislønina fekk hann fyri stuttfilmin Summarnátt. Geytin er ein virðisløn, sum hann er ógvuliga glaður fyri.
- Tað er gott at vita, at fólk síggja virði í tí, mann ger. At talan er um fyrstu virðislønina í føroyskari filmssøgu er sjálvandi eisini stuttligt, sigur Sakaris Stórá.
Star Wars var avgerandi
Áhugan fyri filmi hevði Sakaris Stórá longu sum barn. Tá hann var seks ára gamal, sá hann ein film, sum fekk stóra ávirkan á hansara yrkisleið sum vaksin.
- Tá sá eg Star Wars. Eg minnist væl, hvussu hugtikin eg var av teimum tingunum, sum ikki eru til, men sum eg sá í filminum. Tá skilti eg, at tað eru fólk, sum arbeiða við tílíkum, og alt fyri eitt hugsaði eg, at hatta vildi eg gera, tá eg bleiv vaksin, greiðir Sakaris Stórá frá.
Fyrsta upptøkutólið ognaði hann sær sum 14 ára gamal.
- Eg keypti mítt fyrsta upptøkutól fyri konfirmatiónspengarnar, minnist eg. Tá var alt rættiliga annarleiðis í mun til í dag, tí tú kundi ikki sita heima framman fyri telduna við einum telduforriti og klippa og seta saman upptøkur. Og gekk okkurt galið í upptøkunum, vart tú noyddur at byrja upptøkurnar av nýggjum, minnist Sakaris Stórá og flennir.
Fyri at gera dreymin um at arbeiða við filmslist til veruleika fór Sakaris Stórá til Noregs í 2007 at útbúgva seg til leikstjóra. Hetta gjørdi hann á Nordland Kunst- og Filmskole.
Dámar einsemi
At Sakaris Stórá hevur valt leikstjórn innan filmsheimin sum yrkisleið, heldur hann sjálvur vera heldur løgið.
- Leikstjórn snýr seg í stóran mun um at arbeiða við menniskjum.Í roynd og veru trívist eg best við at vera einsamallur, og tí haldi tað vera djúpt ironiskt, at eg gjørdist leikstjóri, sigur Sakaris Stórá, sum heldur ikki dylur, at hann av somu orsøk hatar at fara til frumframsýningarnar av sínum egnu filmum.
- Eg veit ikki hví, men eg kann ikki torga hesar her frumframsýningarnar. Var tað ikki tað, at tað so at siga var krav, at mann møtir til sínar egnu frumframsýningar, so sat eg heldur og hugnaði mær á Café Natúr ella onkrum líknandi staði, sigur Sakaris Stórá og leggur afturat:
- Tað er ikki tí, at eg eri bangin fyri, hvat onnur fara at halda, men tað er bara ein órationellur ótti, greiðir Sakaris Stórá frá.
Honum dámar ikki serliga væl at vera í fokus, og hann takkar onkuntíð nei til at vera við í fjølmiðlunum.
- Mær dámar ikki serliga væl at vera frammi í fjølmiðlunum, og tí kemur tað meir enn so fyri, at eg beri meg undan at gera samrøður og tílíkt. Eg havi tað eitt sindur soleiðis, at kann eg ikki geva nakað ella føli, at hvørki eg ella lurtarin, hyggjarin ella lesarin fær nakað burturúr, so tími eg ikki at luttaka, fortelur Sakaris Stórá.
Filmur er eisini list
Tað eru ikki øll, sum vita, hvat tað vil siga at vera filmsleikstjóri. Í øllum førum er tað tann fatanin, Sakaris Stóra upplivir, at fleiri føroyingar hava.
- Summi halda, at filmslist er tað reina luksus, og at eg sum leikstjóri svimji í pengum, drekki sjampanju og í heilum gangi á onkrum reyðum teppi, sigur Sakaris Stórá og heldur fram:
- So eru tað eisini tey, sum plaga at siga “ná, so tú livir av ALS?”, tá eg svari spurninginum, um hvat eg geri. Faktisk er hatta ein setningur, sum eg havi hoyrt meir enn einaferð, greiðir Sakaris Stórá frá.
Hann heldur tó, at føroyingar so líðandi eru blivnir meira tilvitaðir um filmslist. Í hvussu so er gongur tað tann rætta vegin, heldur hann.
- Fólk eru við at fáa eyguni upp fyri filmi sum listagrein, og vit síggja eisini, at áhugin at gera film í Føroyum er alsamt vaksandi millum tey ungu, sigur Sakaris Stórá, sum vísir á fyrimunir og vansar við at gera film í Føroyum.
- Ofta er tað frammi, hetta her við at umstøðurnar ikki eru tær bestu. Tað er eisini rætt, men hinvegin eru tað ikki umstøðurnar, sum eru tað týdningarmiklasta. Tað góða við at gera film í Føroyum er landafrøðin, praktisku umstøðurnar og eisini at tað er lætt at fáa vælvild, sigur Sakaris Stórá.
- Tað truplasta við at fáast við filmslist í Føroyum er tann fíggjarligi parturin. At gera film er ótrúliga kostnaðarmikið, og vit filmsfólk her heima hava ikki somu upphæddir at brúka, eins og filmsfólk í hinum norðurlondunum. Tað og so óálítandi veðurlagi kann til tíðir gera mítt arbeiði trupult.
Brennir fyri livandi myndum
Hóast umstøðurnar at gera film í Føroyum kundu verið nógv betri, er Sakaris Stórá als ikki í iva um, at hann er komin á røttu hillina sum filmsleikstjóri.
Eg elski tað og kann upp á ongan máta lata vera við at gera film. Hetta er veruliga tað, sum eg brenni fyri, sigur Sakaris Stórá.
- Tað er ikki neyðturviliga endaliga úrslitið, altso filmurin sjálvur, sum drívur verkið, men meira tilgongdin frá byrjan til enda, sigur Sakaris Stórá. Og unga leikstjóranum dámar eisini best at vera við í allari tilgongdini, og vanliga hevur hann sokallaðar upptøkuroyndir, har hann finnur røttu fólkini til teir ymsu leiklutirnar.
- Eg hoyri ofta, at vit í Føroyum ikki hava nakrar filmsleikarar. Tað er nakað tvætl. Blíva fólk leikstjórað rætt, so kunnu tey veruliga gerast góðir leikarar, greiðir Sakaris Stórá frá.
Sum nú er hevur hann ongar ætlanir um at fara út um landoddarnar at gera film.
- Eg droymi um at gera film í Føroyum. Kanska eg verði troyttur av tí um fimm ár og fari langt vekk. Eg veit ikki. Men tað hevði verið nokkso typiskt Sakaris.
Hvør var Geytin?
“Tey, sum eru yvir 50 og hava búð á bygd, munnu øll kennast við Geytan. Og tá tosa
vit ikki um sild, men um film. 16 mm film í tínum egna heimstaði.
Í dag er bara ein biografur, Havnar Bio. Hann ger eisini av, hvat verður víst í
Atlantis bio, so úrvalið er hin eini biografurin.
Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Eina tíð vóru 13 ymsir biografar í Føroyum og
føroyingurin gekk oftari í biograf enn allir skandinavar. Bara íslendingar gingu
oftari í biograf enn vit.
Men allar bygdir høvdu ikki biograf. Og nú koma vit til evnið og mannin, sum Føroya
fyrsta filmsvirðisløn er kallað upp eftir. Tað er kollfirðingurin og agronomurin
Herálvur Geyti. Føddur í 1914 og doyði í 1985.
Meðan hann læs í Danmark giftist hann har í landinum og fekk sýnir, har av ein er
til staðar í dag, Bjørki Geyti.
Helst hevur Herálvur Geyti havt bjartar vónir um, at ein landbúnaðarstøð lat upp í
1950’unum í Kollafirði, men long tíð skuldi ganga til tað ynski gekk út.
Helst skuffaður tók hann í 1959 á seg at standa fyri einum kampingplássi í Blokhus,
kenda frítíðarstaðnum í Jútlandi. Kanska nærmast við farleiðina til Føroya, tá ein
ikki býr í Føroyum. Her stóð hann fyri øllum virksemi til hann bleiv sjúkur í 1977.
Lukkutíð var hetta arbeiði í Blokhus árstíðarbundið, so vetrarnar, vár og heyst,
kundi hann ferðast í Føroyum og vísa film. Fyrst svart-hvítan film uttan ljóð, og
seinni við liti og ljóði.
Úrvalið var breitt, frá klassikarum sum Farornas Ø hjá svenska Nordenskjold í
Skúgvoy í 1929 og Fy & Bi frá 1921 til 1940.
Seinasta filmssýning Geytin hevur havt í Føroyum man vera í Fuglafirði í 1976.
Men innímillum tók Geytin sjálvur film. Bæði úr Føroyum í hoyna og frá eksotiskum
ferðum í Ísrael og Marokko. Í Danmark helt hann so fyrilestrar í føroyskum búnað við filmi og myndum afturvið. Í dag eru hansara upptøkur, bæði filmar og fotomyndir, lætnar Forngripasavninum.”
(Brot úr taluni sum Birgir Kruse helt til handanina av Geytanum)