- Eg havi altíð valt tjóðveldið

- Vit føroyingar eiga at kunna standa á egnum beinum, sigur Kristbjørg Toftegaard av Skála, sum á fyrsta sinni bjóðar seg fram sum valevni

-Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki. Og nú tað varð heitt á meg um at stilla upp til fólkatingið, játtaði eg.
-Eg vænti tó ikki at eg verði vald, tí eg eri enn eitt óskrivað blað í politikki. Men eg ynski kortini at stuðla flokkinum við at geva honum nakrar atkvøður aftrat, sigur Kristbjørg Toftegaard.
Hon er eitt av teimum 22 valevnunum á tjóðveldislistanum til valið í dag. Eitt val, har hon avgjørt vónar, at flokkurin fær annað umboðið.
Kristbjørg er eisini von við politiskt tos heima við hús, men kemur ikki beinleiðis úr einum typiskum tjóðveldisheimi. Familjan hjá mammuni hevur valt javnaðarflokkin, meðan pápin hennara ikki tosaði hart um, hvønn flokk hann valdi.

Dirvi vantar
Hetta við tí politiska arbeiðinum hjá Kristbjørg kom heldur brádliga á. Tá fólkatingsvalið varð útskrivað heittu fólk úr flokkinum á hana um at stilla upp, og hon játtaði.
-Eg havi altíð verið tjóðveldisfólk, men havi kortini ongatíð verið so virkin, at eg var limur í flokkinum. Men tá eg so kom uppá listan, avgjørdi eg eisini at gerast limur.
Hennara grundsjónarmið fyri føroyska samfelagið er tað sama sum hon kennir aftur frá flokkinum, nevniliga at vit skulu standa á egnum beinum.
Nær hetta verður, - tað er so ein annar spurningur.
-Hetta hendir líka so skjótt, vit hava dirvi til tess, sigur Kristbjørg.

Finna stevið
Kristbjørg hevur ikki profilerað seg so nógv í hesum valstríðnum, men hevur fylgt við tí, sum onnur hava framborið og skrivað.
- Alt er so nýtt fyri mær enn, so eg má líkasum finna stevið í øllum hesum, sigur hon.
Hon hevur ikki skrivað nakra valgrein, men hevði orðið, tá flokkurin skipaði fyri serstakari tjóðveldiscafé í føðibýi hennara, Fuglafirði í farnu viku.
-Eg havi tí ikki stórar forvæntningar um at eg verði vald niður á danating. Men motivasjónin hjá mær er at stuðla flokkinum, so at hann kann fáa annað umboðið.
-Eg verði neyvan tann stóri stemmuslúkarin, leggur hon skemtandi aftrat.

Eldraøkið
Hóast hetta er fyrsta ferðin, at Kristbjørg er stillað upp, so er hon ikki óinteresserað í tí politiska arbeiðinum her á landi.
Hetta fólkatingsvalið kann gerast skumpið hjá henni at fara víðari í tí heimliga politikkinum, har nógv mál eru at taka av.
Sum varaleiðari í Heimarøktini veit hon, hvat rørir seg innan viðurskiftini hjá teimum eldur í okkara samfelagi.
-Hetta er eitt mál, sum ikki virkar nóg væl í dag. Her restar nógv í, sigur Kristbjørg.


Fakta:
Navn: Kristbjørg Toftegaard (36 ár)
Gift við Kristmund Johannesen
Børn: 2 (10 og 6 ár)
Bústaður: Skáli
Starv: Sjúkrarøktarfrøðingur í 1996.
Starvsroyndir: Sjúkrarøktarfrøðingur í Ålborg og á Røktarheiminum í Runavík; Mai 2003 varaleiðari í Heimarøktini fyri Vága og Norðstreymoyar økið.