– Eg havi eitt sindur øðrvísi veg enn aðrir prestar

Havstein Klein skal halda ólavsøkuprædikuna 2022. – Kirkjan er ikki partapolitisk ella eigur ikki at vera tað, men hon hevur eina rødd í hesum heimi, sum ikki eigur at avmarkast til ikki at koma inn á aktuell viðurskifti, sigur Havstein Klein, sum her m.a. greiðir frá sínum fyrimyndum, um hví hann valdi at gerast prestur, og hvussu leiðin eisini gekk til Afrika at gerast trúðboðari

Ikki færri enn 10 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólav­ søkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Havstein Klein.

 

Vit hava fregnast fyri at vita, hvør hesin maðurin er, ið er prestur í Sandoyar prestagjaldi.

 

Ert tú spentur, nú tú skalt halda ólavsøkuprædikuna?

– Ja, eg eri sera spentur at halda ólav­ søkuprædikuna í ár,sigur Havstein Klein.

 

Hetta er stórur “pallur”, og ein røkkur við ólavsøkuprædikuni kring alt landið. Er tað nakað tú hevur hugsað um?

 

– Eg hugsi at tað eru nógv atlit at taka. Øll tjóðin er í kvirru hesa løtu meðan prædikan verður hildin, og landsins myndugleikar sita í kirkjuni, tí er hetta eitt serstakt høvi. Sum prestar hava vit tann framíhjárætt at hava morgunlestrar og viðhvørt at hava gudstænastur í útvarpi og sjónvarpi, so uppgávan er sum so ikki ókend. Men heilt víst hetta er eitt serstakt høvi, sum eg komi at nýta við virðing fyri teimum sum lýða á, sigur sandsprestur.

 

##med2##

 

Tað er komið fyri, at prestar, ið prædika á ólavsøku, nýta høvið at siga sína meining og kanska koma inn á evni, ið ikki øll er so samd um. Hvat kunnu føroyingar vænta á ólavsøku 2022?

 

– Hvør prestur hevur sín máta at vera uppá, og eg eri skrúvaður saman, sum eg jú eri – ein kendur maður segði eina­ ferð: Her standi eg og kann ikki annað ­ Luther. Kirkjan er ikki partapolitisk ella eigur ikki at vera tað, men hon hevur eina rødd í hesum heimi, sum ikki eigur at avmarkast til ikki at koma inn á aktuell viðurskifti. Prædikan er ikki heilt liðug enn, men tað sum verð­ ur borið fram kemur fram verður sagt við virðing, sóma og umsorgan, sigur Havstein Klein.

 

Hevur tú skrivað prædikuna, og hvat ætlar tú at leggja dent á?

– Eg havi seinastu tíðina skrivað og biðið yvir hesi uppgávu. Eg biði um at Guð gevur mær orð at bera Føroya fólki, orð sum kunnu siga nakað um tann kristna arvin, sum vit hava í Føroyum, sigur Havstein Klein.

 

##med3##

 

Hvat var tað, sum av fyrstu tíð fekk teg at gerast prestur? Uppvøksturin var góður í Saltangará. Eg hevði foreldur sum eggjaðu okkum systkjum at fara í sunnudagsskúla. Í mínum barndómi og ungdómi minnist eg serliga prestarnar Jákup Kass og Jónsvein Bech, sum vóru okkara prestar. Og eg sá eina fyrimynd í teimum. Ein onnur andalig fyrimynd var abbi mín, Havstein Ellingsgaard. Hann livdi lív hansara í trúnni á Harran Jesus. Jákup Kass, prestur, konfirmeraði meg, og eg hugsi, at tað var um ta tíðina at lívsleiðin varð løgd. Fakini eg valdi fyri at koma inn á mið­ nám vóru fak, sum kundu brúkast til gudfrøðiliga lestnaðin. Til eina presta­ tænastu kendi eg Guðs kall til at boða gleðiboðskapin um Jesus Kristus, greiðir Havstein Klein frá.

 

– Eg kann siga eitt sindur um tíðina í Noregi og Tansania Eg havi eitt sindur øðrvísi veg enn aðrir prestar. Um ár 2000, tá ið eg fór at lesa gudfrøði, var eitt rák, har myndugleikarnir vildu hava fólk at fara í onnur lond at nema sær útbúgving. Eg gekk á Misjonshøgsskolen í Stavanger, sum nú er partur av VID. Konan Beinta las sjúkrarøktarfrøði, og okkum dámdu væl býin og umhvørvið í Noregi. Lestrartíðin í Stavanger var góð. Undir lestnaðinum spurdi Knut Holter, skúlastjórin, meg um eg ikki hevði um at fara til Afrika og gerast trúboðari. Hann segði: annars verður tú einans ein vanligur prestur antin í Noregi ella í Føroyum. Hetta setti gongd á eina tilgongd, sum endaði við at vit bæði við børnum fóru til Tansania í 2007, sigur Havstein Klein.

 

– Vit vóru í Tansania í úti við 5 ár. Vit arbeiddu sum trúboðarar. Vit fóru á málskúla og lærdu okkum svahili, sum er felagsmálið í landinum. Fyrstu tíðina lærdu vit okkum málið, fólkið og kirkjuna at kenna. Tá ið umleið 2 ár vóru farin fluttu vit til Bíbliuskúlan í Kiabakari, í landslutinum Mara, sum lutherska kirkjan í stiftinum átti, sum var málið fyri okkara trúboðaragerning. Har arbeiddu vit undir og saman við tansanianarum. Hetta var ein eisini ein góð tíð. Eg var prestvígdur í kirkj­ uni í Kiabakari 9. mai 2010 saman við einum tansanianara og einum norð­ manni. Hetta var eisini í sama stifti sum Hans Jacob Joensen vara biskupur vitjaði í Tansania, tá ið ein av biskupun­ um varð vígdur og settur í tænastu har. So fólkakirkjan í Føroyum hevur sítt samband við luthersku kirkjuna í Tansania og við Mara stift. Í dag er Michael Adam biskupur í Mara, sigur Havstein Klein, ið heldur ólavsøku­ prædikuuna 2022.

 

Fakta um Havstein Klein

 

Aldur: 45 ár og útbúgvin prestur: aug. 2000 – jan. 2007 (normerað tíð.)

Mai 2010 – juli 2012: Prestur í evangelisku lutherku kirkjuni í Tansanina, Mara stift.

 

Jan.-nov. 2014: Fyribilssettur sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi

Des. 2014 – Sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi

 

Giftur: við Beintu Børn: Dina (21), Lassi (18), Pætur (12), Elisabet (10)

 

FAKTA

 

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 10 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Havstein Klein.

 

##med4##