- Eg havi fingið eitt nýtt lív

- Nú síggi eg ikki longur stjørnur fyri mær, tá ið eg bukki meg niður, sigur Willy Stampe, sum seinastu mánaðirnar hevur tveitt sløk 70 pund av sær

Langar nætur við videofilmum, junkfood, sjokulátu og sodavatni eru farnar í søguna. Nú skal sovast um náttina og etast regluliga og sunt um dagin.
Willy Stampe úr Klaksvík er ein nýggjur maður, eftir at hann seinasta hálva árið hevur tveitt sløk 70 pund av sær.
- Tá eg fór upp á vektina í fjørsummar og sá, at eg vigaði 132 kilo, var tað blivið ov nógv av tí góða. Tá segði eg við meg sjálvan, at nú mátti eg taka meg saman, sigur hann.
Síðani eru kost- og lívsvanarnir nógv broyttir, og Willy er minkaður so nógv, at fólk fyrstu tíðina høvdu ilt við at kenna hann aftur á gøtuni.
- Avgerðin um at tapa meg, er tann besta avgerðin, sum eg havi tikið í lívinum, sigur hann.


Eingin skuldi vita um Ebeltoft
Hóast viljin til at tapa seg rættiliga var farin at menna seg, so var tað eingin løtt avgerð at taka.
- Eg ivaðist eitt sindur, tí eg visti, at tað var ein sera stór avbjóðing fyri meg, og eg var ikki vísur í, at eg fór at klára tað. Eg tordi næstan ikki at gera eina roynd, greiðir Willy frá.
Men ein sunnumorgun í august fall endaliga avgerðin, og Willy fór til Danmarkar sama dag.
- Tað vóru bara nøkur heilt fá av mínum nærmastu, sum vistu hví eg fór til Danmarkar. Eg ætlaði ikki, at nakar skuldi vita, at eg hevði verið í Ebeltoft, fyrr enn eg kom aftur á jólum. So eg segði við øll, at eg var farin til Holbæk at arbeiða upp á lastbilar, sigur Willy.
- Tað var eitt sindur trupult at halda tað loyniligt, tí fólk sóu einki til mín, og tey spurdu, hvat eg gjørdi, og hvar eg var. Søgur gingu eisini eina tíð um, at eg var farin til Ebeltoft, men eg segði bara, at tað passaði ikki.

Grátandi í song
Tað var ikki lætt, tá ið avgerðin um tapa seg gjørdist til harðan veruleika á kurdeplinum uttanfyri Ebeltoft, har fólk í hópatali fara fyri at sleppa niður í vekt.
- Fyrstu vikurnar vóru ræðuligar. Eg fór næstan grátandi í song, tí nú kundi eg ikki tað, sum eg var vanur við at gera. Eg var vanur við at eta so skeivan mat og til so skeivar tíðir, at tað var einki skil á mínum kostvanum, og tí var tað ein stór broyting fyri meg, at nú skuldi eg eta seks máltíðir við sunnum mati um dagin og sova um náttina.
- Eg var als ikki vanur við at eta morgunmat, so bara tað var ein stór broyting, og tá ið vit fóru ígjøgnum matarskránna, so fann eg bara breyð, gularót og mjólk, sum eg var vanur við frá gerandisdegnum. Nú var tað liðugt við at hugsa, at “eg eri svangur, eg má hava ein búff”.
- Aftan á tríggjar vikur, vildi eg bara sleppa heim. Eg segði, at hetta var einki fyri meg, og eg bæð enntá babba bestilla mær eina flogbillett heim. Men tað hjálpti sera nógv, tá ið eg byrjaði at síggja og merkja framgongd, og tað var eisini ein góð hjálp fyri meg, at tveir aðrir føroyingar eisini vóru har.

Út at svimja klokkan 6
Lívið hjá Willy var mest sum vent upp og niður í Ebeltoft.
- Vit skulu í song klokkan 10 um kvøldið og fóru uppaftur klokkan 6. Tað var ein stór broyting fyri meg, tí eg var vanur við at hyggja eftir filmum og eta okkurt langt út á náttina. Nú kundi eg ikki longur eta tað, sum eg hevði hug til, og um dagin íðkaðu vit nógvan ítrótt. Sum tíðin leið, gjørdist alt lættari, og eg haldi eisini, at eg gjørdi meg harðan og stríddi meg ígjøgnum hetta.
- Ein vanligur dagur hjá mær kundi verða, at eg fór upp klokkan 6, súkklaði inn til Ebeltoft, har eg svam 1000 metrar í svimjihøllini. So æt eg morgunmat klokkan 8, aftaná tað vandu við í eini høll við góðum umstøðum, og aftan á døgurða var ofta meira venjing á skránni.
- Vit fingu eisini undirvísing um kroppin, um kost og annað, og vit sluppu sjálvi at royna at gera mat í køkinum. Starvfólkini vóru sera dugnalig, og tey dugdu væl at hjálpa og motivera okkum.

Fer ikki svangur til handils
Willy var á skeiði í Ebeltoft frá 7. august og fram til 14. desember. Hann skuldi verða har eina viku longur, men tá hevði hann fingið nóg mikið.
- Tað var ein sera hørð tíð, og eg gavst eina viku áðrenn tíð. Tá hevði eg brúk fyri at sleppa burtur, so eg fór til Keypmannahavn í nakrar dagar at hugna mær, áðrenn eg so kom heimaftur.
Willy vigaði 132 kilo, tá ið hann vigaði mest, men eftir uppihaldið í Ebeltoft, var hann sloppin av við 52 pund og vigaði tá 106 kilo. Síðani hevur hann tapt seg 16 pund afturat, so at hann nú vigar 98 kilo.
- Eg helt, at tað fór at verða truplari at koma heim, men eg havi higartil klárað at hildið meg burtur frá sjokulátu og grill, og eg íðki framvegis nógvan ítrótt. Tað kann onkuntíð verða hart at ganga fram við hillunum við bommum og sjokulátu, men tað gongur, og eg havi gjørt mær tað til vana, at eg fari ikki svangur til handils.

Lívið er nógv broytt
Gerandisdagurin hjá Willy Stampe er blivin ein heilt annar, eftir at hann legði tey mongu pundini eftir seg í Danmark.
- Alt er lættari nú. Nú síggi eg ikki longur stjørnur fyri mær, tá ið eg bukki meg niður. Tað er eingin trupulleiki at fara upp um morgunin, eg tími væl at fara til arbeiðis, og eg eri ikki so troyttur av gerandisdegnum. Eg havi eitt heilt annað yvirskot nú, og viðhvørt veit eg ikki, hvat eg skal finna upp á, tí eg havi so nógv energi.
- Fyrstu tíðina eftir at eg kom heim, upplivdi eg ferð eftir ferð, at fólk ikki kendu meg aftur. Eg heilsaði upp á fólk, men eg fekk onga reaktión, so tá kundi eg í øllum førum enn einaferð staðfesta, at eg var broyttur.
- Eg havi altíð verið í góðum lag og havi sæð positivt upp á tingini. Soleiðis er tað eisini heima hjá okkum, og tað hevur hjálpt mær sera nógv. Familjan hevur verið ein stórur stuðul hjá mær gjøgnum alla hesa tíðina, og uttan tey hevði tað ikki borið til, sigur Willy.
Sløk 80 pund lættari enn fyri einum góðum hálvum ári síðani, hevur Willy sett sær eitt nýtt mál fyri vektina.
- Málið er nú at koma niður á 94 kilo og at halda mær har, sigur hann.


Fakta
Navn: Willy Stampe
Aldur: 21 ár
Bústaður: Klaksvík:
Arbeiði: Timburmaður hjá Norðhús