Eg havi nakað at takka tær fyri

– segði Eyðun við Jósvein. Hópin av fóki vóru komin saman í Smæruni seinnapartin at lurta eftir Jósvein á Hædd, har hann greddi frá sjólívi sínum

Hópin av fóki vóru komin saman í Smæruni seinnapartin at lurta eftir Jósvein á Hædd, har hann greddi frá sjólívi sínum. Fleiri vóru eisini komin hinumegin fjørðin - Teirra millum Olaf Olsen, sum hevur siglt nógv og Kaj í Bartalsstovu, sum er 90 ár og hevur verið á sjónum at kalla alt sítt lív.

Jósvein fór avstað sín fyrista túr á Ólavsøku í 1952. Sjófarsbókin hjá Jósvein sigur, at hann hevur siglt í 16 ár og av teimum verið 15 ár á sjónum – so ikki kann sigast at nógv frítíð hevur verið. Tað kom fyri, at hann kom heim við einum trolara og leyp umborð á ein annan, heldur enn at leggja seg heima ella taka sær frí.

Jósvein sigldi við fýra ymiskum trolarum, m.a. 7 ár við Jóannes Patursson og 8 ár við Skálaberg, so hann hevði nógv áhugavert at siga frá. Jóannes Patursson og Skálaberg vóru oljufýrdir damptrolarar. Tó vóru aðrir trolarar kolfýrdir og høvdu trolarnir stóra maskinu, sum kravdur eina serliga røkt og ikki minst skuldu teir ambætast væl við nógvum koli, og øskan skuldi eisini fáast upp, eitt heldur ótespuligt arbeiði.

Kallsevni var ein gomul korvett og hevði 6 ketlar - hinir tríggjar. Hann kundi sigla upp í 28 mím, men brendi tá sjálvandi "sum eitt hol í jørðini". seinni fekk hann sett minni maskinu í - Kallsevni hevði 2400 hk, og skifti í 1954 maskinina út til 1200 hk.

Veturin 1952 var kaldur og illfýsin. Hesum greiddi Olaf Olsen eisini frá, sum tók orðið og hugleiddi eitt sindur um sítt sjólív í tráð við tað, sum Jósvein hevði fortalt.

Eyðun Joenen, sum hevur havt Radiobúðina í Runavík í næstan ein mansaldur, tók í hondina á Jósvein og segði, Eg havi nakað at takka tær fyri! Nå? segði Jósvein - Ja, eg sigldi eitt stutt skifti sum telegrafistur eins og tú, helt Eyðun fram.

Men so vildi felagið hjá telegrafistunum boykotta meg, tí eg hevði ikki lært at morsa, eg var bert radiomekanikari. Men tá frætti eg, at ein sum æt Jósvein á Hædd hevði mælt frá at boykotta. Ja, tak kann passa, helt Jósvein fyri og so alt í einum látri - eg kenni teg ikki, men eg kenni stemmuna hjá tær, segði Jósvein.

 

Jú, hildu teir fyri við einum smíli - So man vera, at fleiri telegrafistar, sum sigldu tá, kendu hvønnan á røddini, men ikki sum persónar. Tá var nógv samskifti millum skipini og hevði telegrafisturin ymiskar uppgávur við at senda og móttaka telegrammir eins og ansa peilaran. Tó var telegrafisturin eisini á dekkinum.

Áðrenn og eftir frásøginina hjá Jósvein á Hædd í Smærini varð skipað fyri felagssangi, har Martin Heldarskarð og Erland Jacobsen leiktu á harmoniku og Noel Joensen á guitar.

Jú, ein áhugaverd løta, har fólk høvdu nógv at práta um og siga frá - Gomlu fotomyndirnar hjá Jóannes Niclasen styjaðu væl uppundir so prát kom rættiliga á glið.