- Eg havi nógv hjartamál

Tummas Frank Joensen sigur, at hann altíð hevur verið nógv upptikin av trygdini hjá fiskimonnum.

Tummas Frank Joensen er avbjóðari hjá Sniálvi Røvilsberg, sitandi sýsluformanni í Føroya Fiskimannafelag.

 

Hann sigur, at hóast hansara starv er umborð á strandfaraskipinum Teistanum, hevur hann verið limur í Fiskimannafelgnum, síðan hann var blaðungur og fór til skips.

 

- Eg havi verið á næstan hvørjum landsfundi í felagnum øll hesi ár, og tað er bara, tá veður hevur tarnað mær, at eg ikki havi verið á landsfundi.

 

Tummas Frank sigur, at hann altíð hevur verið nógv upptikin av trygdini hjá fiskimonnum, og hann brennur eisini fyri, at fiskimenn kunnu fáa eina mannsømiliga eftirlønartrygging.

 

- At fiskimenn eiga lut í tí sjálvir, at teir í dag ikki hava eina betri eftirlønartrygging, er so tað. Vit mugu hyggja fram eftir, og fiskimaðurin skal tryggjast betri, enn hann er tryggjaður í dag.

 

- Eg haldi eisini, at vit skuldu tikið útróðrarmenninar við upp í okkara felag, soleiðis at hesir kunnu fáa eina betri trygd, tá útróðurin svíkur.

 

Tummas Frank Joensen hevur verið sóknarformaður fyri Føroya Fiskimannafelag í Skúvoyar sókn í mong ár, og nú eru tað sóknir, sum hava stillað hann upp til sýsluformansvalið.