- Viðhvørt er tað longri ímillum, at eg taki harmonikuna. Aðrar tíðir siti eg oftari. Mær dámar væl at spæla á harmoniku, og eg spæli eisini á munnharpu, sigur Petra. Mynd: Álvur Haraldsen.

- Eg havi ongantíð verið óð eftir pengum

- Vit skulu duga betur at virða tey, sum gera tað ofta tunga og skitna arbeiði. Tá eg var yngri, sterk og betri fyri enn í dag, gróv eg nógvar veitir og gjørdi nógv tungt arbeiði. Nú er kroppurin slitin, sigur 81 ára gamla, Petra Joensen í Gásadali

 

- Viðhvørt er tað longri ímillum, at eg taki harmonikuna. Aðrar tíðir siti eg oftari. Mær dámar væl at spæla á harmoniku, og eg spæli eisini á munnharpu, sigur Petra. Mynd: Álvur Haraldsen.

Petra Jonsdóttir Joensen hevur altíð búð í Gásadali. Hon býr einsamøll í húsunum, sum pápi hennara bygdi í 1940-unum. Húsini standa beint við Heygsá, og Heygsá er eisini eftirnavnið hjá onkrum í familjuni. Mamman var bóndadóttir í Heimistovu í Gásadali, tey rópa. 

 

Herfyri hittu vit gásadalskvinnuna, sum føroyingar áður hava sæð í SvF, har hon hevur sagt frá um Gásadal og hevur spælt løg á harmoniku. Tá vit komu á gátt, var hundur hennara Roy fremstur við úthurðina.

Í vaskirúminum, sum hevur inngongd úr durinum, stákaðist Petra hesa løtu við at taka klæðir úr vaskimaskinuni. Lagið var gott, og hon var blíð við fremmandu gestirnar, sum høvdu ringt til hennara bert nakrar fáar minuttir frammanundan.

Vit høvdu ikki verið leingi á gátt, áðrenn hon fór eftir harmonikuni, setti seg á ein stól í stovuni og hegnisliga spældi eini tvey løg fyri okkum.

- Viðhvørt er tað eitt sindur lagt ímillum, at eg taki harmonikuna fram, og so aðrar tíðir siti eg oftari við henni. Mær dámar væl at spæla á harmoniku, og eg spæli eisini á munnharpu, sigur hon.

 

Tað eru nøkur ár síðan, at Petra gjørdist einsamøll, og fyri nøkrum árum síðan fekk hon eisini krabbasjúku at dragast við, men sum hon nú heldur er burtur, tíbetur.

- Tað eru nøkur ár síðan, at mamma og pápi doyðu. Mamman gjørdist 92 og pápin 89, og tey doyðu bæði í sínari egnu song. Mamma lá í eina viku, men pápi doyði knappliga.

Tá Petra gjørdist sjúk av krabba fyri umleið 15 árum síðan, hevði hon kúgv í kjallaranum, og í fyrstani fekk hon systir sína, sum býr í Havn, at passa kúnna.

- Eg var fyrst í Íslandi, har eg fekk skurðviðgerð fyri krabba, og seinni var eg nógvar ferðir í Danmark til eftirviðgerðir, og hetta var yvir eina longri tíð.

Hon sigur, at kúgvin varð tikin av, meðan hon var í viðgerð. 

 

Í øllum hennara uppvøkstri høvdu tey kúgv í kjallaranum, og onkuntíð høvdu tey eisini meira enn ta einu kúnna, sum mjólkaði.

- Vit høvdu bæði kúgv, kálvar, seyð, dunnur og høsn. Eg minnist, at kjallarin var fullur við kríatúrum, og eg minnist eisini, at vit einaferð høvdu tvær kýr við kálvi. Vit høvdu eisini hund og kettu.

 

Hóast tey høvdu kúgv alt tað, hon minnist, seldu tey ikki nógva mjólk. Mjólkin fór fyri tað mesta til húsið og til familjuna, og so kundi onkur fáa burturav.

- Mjólk kanst tú brúka til alt, og eg plagdi eisini at geva hundinum og kettuni av mjólkini. Eg fati ikki, at fólk tíma at savna pengar til sín sjálvs. Sjálv havi eg ongantíð verið óð eftir pengum, men nú skulu fólk hava pengar fyri alt.

Petra Joensen hevur ongantíð havt koyrikortið, men hon plagar at heita á 79 ára gamla, Karl Mikkelsen, sum eisini býr í Gásadali, um at keypa fyri seg í Sørvági, tá henni vantar okkurt. Karl dámar væl at koyra, og hann er nakrar ferðir um dagin hinu megin tunnilin, sigur hon brosandi.

 

Í húsunum hjá Petru í Gásadali hevur ongantíð verið sentralhiti. Hon hevur ein kolkomfýr í køkinum, og síðan hevur hon nakrar el-ovnar, sum kunnu tendrast og sløkkjast eftir tørvi. Her brendu vit torv í sínari tíð, men tað eru nú nógv ár síðan.

 

- Eg brenni kol og ymiskt pinnabrenni, tá okkurt er, og kolið keypi eg úr Suðuroy. 

Hon sigur, at hon plagar at keypa nakrar sekkir av koli í senn, og tað er næstan ikki komið fyri, at hon ikki eigur kol at brenna. Tá tú brennur í ovninum, dugir tú eisini at laga tað soleiðis, at glóðin í komfýrinum ikki er slóknað, tá tú kemur upp aftur morgunin eftir.

Pápi hennara skar torv, men hon sigur, at lítil og eingin torvskurður hevur verið í Gásadali nú í mong ár. Tá torvið var gott, gav tað so góðan royk frá sær, og í henna uppvøkstri brendu tey bara torv. 

 

Tá vit spyrja Petru, um hon hevur ferðast nógv úr bygdini, sigur hon, at hon ongantíð hevur lagt nakað í at ferðast.

- Eg føldi tað soleiðis, at tað hevur altíð verið nógv brúk fyri mær her. Her var altíð nóg mikið at taka hond í. Heldur ikki havi eg sitið nógv við stokkum, tí eg havi altíð følt, at mín lutur var tað tyngra arbeiði. 

Tá hon var yngri og sterk, gróv hon nógvar veitir og gjørdi nógv tungt arbeiði. Nú er kroppurin slitin, og serliga merkir hon tað í lendunum høgru megin, eins og ryggurin heldur ikki hevur tað so gott. 

 

- Gongulagið er heldur ikki so gott longur, og tá eg fari út, plagi eg at taka stavin við mær. Eg haldi, at fólk skulu duga betri at virða tey, sum gera tað ofta tunga og skitna arbeiði, sigur 81 ára gamla, Petra Joensen í Gásadali.

 

 

 

- Viðhvørt er tað longri ímillum, at eg taki harmonikuna. Aðrar tíðir siti eg oftari. Mær dámar væl at spæla á harmoniku, og eg spæli eisini á munnharpu, sigur Petra. Mynd: Álvur Haraldsen.