- Eg havi tikið seyðin fram um alt

Seyðurin hevur verið hansara lív, og hann hevur ikki bara røktað, men eisini gjørt royndir í eini 40 ár. - Tað, sum hevur upptikið meg mest og hevur tikið ein hóp av tíð, orku og eisini hevur kostað pening gjøgnum mong ár, eru royndirnar og eldhugurin at fáa reina glarfiti í hagan – og tálgafitina burtur, sigur Petur Skeel Skarðá, røktingarmaður

Seyðahald

 

Nú fjalltíð er, og fjøllini verða gingin um landið, hava vit skift orð við røktingarmannin Petur Skeel Skarðá í Funningi. Vit hava ikki prátað um skurð sum so, tí skurður er altíð skiftandi ár undan ár, og misjavnt er um landið, hvussu árini roynast.

Petur hevur verið røktingarmaður alt sítt lív, og hann byrjaði longu at ganga burtur í haga við pápa sínum sum lítil smádrongur.

 

Seyðaprát við hús

- Tað fyrsta, eg minnist um seyðaprát í okkara húsi, var tá gráskeggutir menn úr øðrum bygdum plagdu at sita á bonkarendanum inni hjá okkum og spyrja pápa, hvørjar seyðir teir skuldu sleppa. Hetta var um tað mundið, tá eg eri eini 6-7 ára gamal. Pápi var nærlagdur og hevði stóran áhuga fyri seyði. Hann røktaði tá tveir hagapartar, Botnar og Inni í Haga, vit rópa. Hesir hagapartar lógu saman.

Petur Skeel sigur, at í sínari tíð høvdu teir, sum áttu seyðin, álit á røktingarmonnunum, tí hetta vóru í flestu førum sera nærlagdir menn, sum gingu nógv burtur í haga og kendu soleiðis hvønn seyð í haganum.

- Pápi mín hevði ikki góða heilsu. Hann gjørdist sjúkur og doyði longu í 1969. Tá hevði eg langt síðan tikið yvir – ikki sum valdur røktingarmaður, men hevði longu um fermingaraldur tikið yvir røktina hjá okkum, sum pápi hevði. Sum heilt ungur var eg nógv burtur í haga saman við pápa og øðrum góðum monnum.

 

Seyður mítt lív

Petur Skeel sigur, at honum hevur altíð dámað sera væl at verið burtur í haga.

- Ja, eg kann siga, at eg havi tikið seyðin fram um alt. Tað, sum hevur upptikið meg mest og hevur tikið ein hóp av tíð, orku og eisini hevur kostað pening gjøgnum mong, mong ár, eru royndirnar og eldhugurin at fáa reina glarfiti í hagan – og tálgafitina burtur.

Glarfiti er tann fiti, sum snykar, tá tú sker í kjøtið, meðan tálgafiti, ið Petur Skeel meinar er útlendsk, brotnar sum tálg undir knívinum.

- Tað er tann gamli føroyski seyðurin, ið ber glarfiti, ið er so nógv betri kjøt enn kjøtið, ið hevur tálgafiti.

Heilt síðan 1967 hevur røktingarmaðurin í Funningi undir vánaligum umstøðum gjørt óteljandi royndir fyri at finna út av, hvussu tálgafitin, sum eftir er, kann fáast burtur úr aftur úr haganum.

- Í okkara hagum hava vit ikki havt teir stóru trupulleikarnar við tálgafiti, tí vit hava ikki flutt fremmandar brundsseyðir, sum vit ikki kendu, inn í hagan. Tí kunnu vit siga, at allur seyðurin Inni í Haga og um Botnar hevur borið glarfiti.

 

Brundurin avgerandi

Drúgvu og áhaldandi royndirnar hjá Petur Skeel vísa, at brundur, sum ber tálgafiti, brundar tálgafiti – og ber hann glarfiti, brundar hann glarfiti.

- Hetta er í stuttum úrslitið av mínum áralongu royndum, sigur hann.

Tað, sum røktingarmaðurin saknar í føroyskum seyðahaldi, er, at menn, sum fáast við seyð, kenna ættartalvuna hjá hvørjum einstøkum seyði, og ikki bara fara um hagan og seyðin sum best ber til.

- Skulu vit fáa tálgafituna burtur úr føroysku hagunum, er neyðugt at kenna ættartalvuna hjá seyðinum. Eins og tú mást vita, hvør ærin er, er ikki minni umráðandi, at tú veitst, hvør brundurin er. Hetta er alt avgerandi í einum hagaparti, um tú vilt koma tálgafituni til lívs og fáa glarfiti inn í hagan.

 

Missa tamarhaldið

Petur Skeel hevur einki ímóti, at fletting og annað verður gjørt lættari við, at menn senda seyð út á Toftir ella til Haraldssund til flettingar.

- Men tá ið stórir vøruvognar ella lastbilar bakka inn móti rættunum hjá bøndrunum, fylla bilin við seyði og ikki síggja hann aftur, fyrr enn krovini eru komin upp at hanga – ja, tá missir tú skjótt tamarhaldið á støðuni og royndini at fáa tálgafituna burtur. Tá veitst tú ikki longur, hvørjum ávísu krovini eru undan, og tí kanst tú heldur ikki stýra hesum betri og øðrvísi eitt annað ár. Longu nú er spinnandi galið í nógvum hagapørtum kring landið.

Hann sigur, at tað er hin útlendski seyðurin, sum gjøgnum árini er komin til landið, ið hevur borið okkum tálgafitina. Seyðurin er vorðin meira blandaður, og hetta hevur ført til, at glarfitin í nógvum førum hevur tapt fyri tálgafitini.

 

Útlendskir brundar

Petur Skeel veit, at longu seint í sjeytiárunum vórðu royndir gjørdar um Oyrar-leiðina við útlendskum seyði.

- Røktingarmenn og bøndur fingu sær útlendskar brundar, áðrenn teir vistu, hvør dugur var í teimum, og vit kunnu bara gita okkum til, hvat hetta hevur merkt fyri seyðin um hesar leiðir og aðrastaðni við.

Í slíkum føri, sigur røktingarmaðurin, áttu royndirnar at verið gjørdar inni í seyðahúsi, soleiðis at eingin brundur slapp í hagan, fyrr enn greið prógv vóru fyri, at hann brundaði glarfiti.

- Slíkar royndir taka altíð nøkur ár. Tú noyðist at hava seyðin gangandi inni og so hvørt, sum lombini koma undan um várið og verða tikin til heystar, er neyðugt at fylgja við, hvussu kjøtið verður. Hetta er soleiðis ikki ein uppgáva, sum verður gjørd og endaliga staðfest í eini handavend. Hetta tekur ár.

Petur Skeel sigur seg eisini hava skilt, at útlendskur seyður kom heim til Føroya undir krígnum, og eisini er grønlendskur og skotskur seyður komin higar til lands.

 

Vantandi royndir

- Eg havi seyðin inni í brundstíðini, og veit hvørjir brundarnir eru. Tá ið so kjøtið byrjar at torna í hjallinum, fylgi eg neyvt við, hvussu tað blívur. Hetta er ikki so torført, tá tú kennir seyðin niður ígjøgnum ættarliðini, men hetta krevur nógv meira enn bara at lata standa til.

Hann vísir á, at nógvastaðni hevur tú hagar, har einki hegn er millum hagapartarnar, og tá kann brundsseyður ferðast ímillum, sum hann vil.

- Í slíkum føri er nærmast vónleyst at hava eftirlit við støðuni, leggur hann aftrat.

Petur Skeel hevur áður sagt og endurtekur í hesi samrøðuni, at hann ikki er nøgdur við leiklutin hjá Royndarstøðini í Kollafirði, sum í sínari tíð varð bygd til royndir.

- Eg haldi, at vit, sum fáast við seyð, hoyra alt ov lítið frá Royndarstøðini um tær royndir, sum tey gera – um tey yvirhøvur gera nakrar serligar royndir, sum kunnu tæna føroyskum seyðahaldi, sigur hann.

Sambært røktingarmanninum mugu teir, sum fáast við seyð kring landið, gera sínar royndir í egnum seyðahúsi.

 

Vitan um seyðahald

- Eg kundi hugsað mær, at Royndarstøðin brúkti tey stóru grønu stykkini, sum eru velt í Kollfjarðadali, til seyðaroyndir av ymiskum slagi. Men, sum eg havi skilt, verða hesi mest brúkt til hundavenjingar. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um vit fáa nóg mikið av vitan innan eitt nú seyðahald fyri tann pening, sum hesin stovnur kostar, heldur hann.

Petur Skeel vísir á, at tá ið hann var smádrongur, ferðaðist Sjúrður í Kirkjubø um landið at sýna seyð.

- Okkara seinasti seyðaráðgevi var Tummas á Kjalnesi í Kollafirði, og síðan hann legði frá sær fyri fleiri árum síðan, hava vit ongan seyðaráðgeva havt.

Hann sigur, at framvegis verður skipað fyri onkrum slagi av seyðasýningum, men hann ivast í, hvør dugur er í hesum, tá menn ikki eisini fylgja krovunum upp, eftir at tey eru komin at hanga í hjallinum.

- Alt gott um hesar sýningar, og alt gott um góðan, feitan og vakran seyð, men tað, sum eg haldi er meira avgerandi, er, hvat slag av seyði vit hava í Føroyum – er tað tálgafiti, vit hava, ella vilja vit hava gomlu føroysku glarfitina innaftur í hagarnar.

 

Ikki eftirgróðurin

Petur Skeel heldur ikki, at tær skanningar av eitt nú fitini í seyðinum geva bøndrum og røktingarmonnum eina haldgóða mynd av støðuni.

- Tú ið tú flettir, fært tú longu eina ábending um, hvørt seyðurin ber glar-ella tálgafiti. Er skammrivið hvítt, er tað tálgafiti. Kjøtið, sum grønkast, tá ið tað byrjar at torna, er tað góða kjøtið, ið ber glarfiti, sigur hann.

Tað eru eisini aðrir, ið hava gjørt sínar kanningar við fitini, og frágreiðingar eru skrivaðar um hesar kanningar.

- Tað eru teir, sum siga, at eftirgróður gevur glarfiti, men tað er slett ikki rætt. Eftirgróður gevur onga glarfiti. Tað koma bara nøkur pund upp á aftrat. Glarfituna syrgir brundurin, ið ber glarfiti, fyri, endurtekur hann.

Petur Skeel vísir á, at sjálva vektina á hvørjum seyði sær avgera vit sjálvi.

- Í dag er tað ikki so ”in” at eta feitt, so vektin einsamøll er ikki so avgerandi. Fyri meg, sum havi gjørt hesar royndir nú í so mong ár, er tað slagið av fitini, ið er alt avgerandi.

 

Álit skal til

Røktingarmaðurin heldur tað vera í fínasta lagi, at menn læna brundar imillum sín, men í slíkum føri er neyðugt, at tú hevur fult álit á, at tann, sum kemur við brundinum, kennir seyðin og veit, hvat kemur undan.

- Vit mugu og skulu kunna hava álit á tí manni, sum kemur við brundinum.

Petur Skeel sigur, at skalt tú hava ein góðan brund, er neyðugt at hava hann í nøkur ár og á hvørjum ári fylgja neyvt upp, hvat kemur undan.

- Tað eina árið hevði eg 50 ær inni við tveimum brundum. Annar brundaði glarfiti og hin tálgafiti. Vit kunnu hugsa okkum, hvat úrslitið hevði verið, um brundurin, ið brundaði tálgafiti, gekk leysur í haganum – og ikki var í seyðahúsinum undir skipaðum viðurskiftum?

Røktingarmaðurin heldur, at tá hevði hagin eftir hansara tykki veri púrasta oyðilagdur.

- So skjótt kann ólag koma á ein haga, sum annars er bygdur upp og at kalla bara ber seyð við glarfiti. Hetta sigur okkum eisini, at ein hagi, sum eftir mínum tykki verður væl røktaður, skjótt kann fella í órøkt – alt eftir, hvørjir menninir eru, sum hava ábyrgdina av haganum.

 

”Hatta býtta...”

Petur Skeel heldur tað vera stórt spell, um slíkt arbeiði, sum nærlagdir menn hava gjørt við stríð og strev gjøgnum mong ár, soleiðis verður burturspilt.

- Ja, kanska verður tú, sum hevur lagt stórt arbeiði í ein ella fleiri hagar, bara flentur at – og kanska sigur onkur um teg ”hatta býtta í Funningi”, sum røktingarmaðurin skemtandi tekur til.

Men her er ikki at gevast á hendur.

- Tað eru seyðamenn, sum eg kenni og havi gott samband við, ið hava ógvuliga gott skil á seyðinum. Hetta fegnist eg um hvønn dag. Tað hevur verið eitt ógvuliga áhugavert arbeiði at fingist við seyð.

Petur Skeel, ið hevur ættartalvur langt aftur í tíðina, sigur, at tá hann flettir, hevur hann vanliga einar 2-3 flettarar, og av hesum stendur tann eini alla tíðina og skrivar niður.

- Vit skáseta, hvat lamb talan er um, hvørjum tað er undan, og síðan verður krovið hongt í hjallin við merkiseðli á. Hetta er bara ein partur av arbeiðnum. Tá er longu allur tann fyrri parturin farin fram í seyðahúsinum – heilt frá brundstíðini av, har tú hevur valt út brundin, sigur hann.

 

Nýggir møguleikar

Royndirnar, sum Petur Skeel hevur gjørt síðan 1980, eru gjørdar í seyðahúsinum, sum liggur í heimara parti Inni í Haga.

- Vit bygdu hetta húsið í 1980, og síðan bygdu vit upp í tað í 1990. Tað er 34 metrar langt og 6 metrar breitt.

Hann heldur, at tað hevði verið betri og arbeiðsligari, um seyðahúsið var breiðari.

- Nú hava vit so fingið eitt nýtt seyðahús aftrat í ytra parti Inni í Haga. Hetta húsið er 20 metrar langt og 8 metrar breitt, og her verða eisini góðir møguleikar til framhald av royndunum við glarfitini, sigur Petur Skeel Skarðsá, røktingarmaður.