Eg helt at mín síðsta stund var komin! Tað sigur Páll Lervig í Vági. Í gjár kom hann rættiliga í neyð í ódnarveðrinum í Suðuroy. Hann arbeiðir hjá IRF og í gjár var hann í Ørðavík og heintaði rusk, tá ið ódnarveðrið brast á sum eitt byrsuskot. - Vit hava havt nógvar ringar løtur til veður, men hetta er tað ringasta, eg havi verið úti fyri, sigur Páll Lervig, sum hevur arbeitt hjá IRF í 20 ár.
Hann sigur, at hann helt sín síðsta løta var komin. Hann varð fangaður av ódnarveðrinum ímillum húsini í Ørðavík og slapp hvørki aftur ella fram Hann helt at nú var hansara síðsta løta komin og hann sigur, at tá ið hann varð bjargaður, hevði hann ikki klárað tað leingi afturat
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Páll Lervig greiða ringastu løtu, hann hevur upplivað øll hesi árini, hann hevur arbeitt fyri IRF. |