Hetta er ein vanligur hósmorgun í Jansstovugøtu 26 í Havn. Inni angar av nýgjørdum kaffi og á borðinum standa nýbakaðir sniglar. Oman gjøgnum trappurnar av loftinum kemur Ruth Thomsen gangandi. Gongin er meinlík gongdum í øðrum føroyskum heimum. Fyri framman liggur stovan, rein, ruddilig og sera hugnalig.
Ruth bjóðar okkum vælkomnum innar og sigur síðani, at kaffið er klárt í køkinum. Har er dekkað upp, tvey ljós eru á borðinum og eitt fat við leskiligum sniglum, hon bakaði í gjárkvøldið til fínu gestirnar frá blaðnum.
Hetta kundi verið eitthvørt vanligt føroyskt heim, men so er ikki: Inni í heiminum býr ein familja ? maður og trý børn, og so konan sum er starblind. Tað er kortini hon, sum heldur hús, bakar, matgerð og alt tað, ið aðrar húsmøður gera, hóast hon einans dugir at síggja mun á ljósi og myrkri. Hon sær ikki gestirnar, hon tosar við. Og í samfull 10 ár hevur hon heldur ikki sæð familju sína. Yngsta sonin, sum er sjey ár, hevur hon átt, men hevur ongatíð sæð andlit hansara.
Hetta kundi ljóða sum byrjanin til eina trista søgu, men spyrt tú Ruth um hennara lív, so svarar hon stutt: ? Eg eri fantastiska glað fyri lívið. Tað ber til at hava mót upp á framtíðina, hóast ein er blindur.
Arbeiddi í myrkri
Heimið hjá Sólbjørn og Ruth er einki øðrvísi enn onnur føroysk heim. Visti tú ikki at hon var blind, so hevði tú neyvan fingið nakra kenslu av at ein blindur búði í húsinum.
Í heiminum finst einki stórvegis hjálpitól til blind, um ein sær burtur frá tí talandi vektini, teirri talandi telduni og labrador-hundinum Toke.
? Eg veit ikki, - men man lærir seg at gera tingini uppá sín egna máta. Og fólk sum koma inn her, duga illa at ímynda sær at ein blindur býr her. Eg baki, geri mat og ruddi, akkurát sum allar aðrar síggjandi kvinnur. Eg brúki faktist slettis ikki eyguni.
? Onkutíð kemur Sólbjørn heim og sigur við meg: "Hví stendur tú í kolsvarta myrkri og arbeiðir?" Hann heldur, at tað er sindur synd í mær, tí eg skal arbeiða í myrkri. Men tað ger mær faktist ongan mun, um tað er ljós ella myrkt inni, tí eg geri tingini uppá sama máta allíkavæl.
Børnini hava eisini ein ávísan stuttleika í hesum, tí tey kunnu spyrja hana, hvar tær ávísu hosurnar liggja ella hvar HB-troyggjan liggur.
? Sum regul, so veit eg akkurát hvar tað er. "Hvussu kanst tú vita, hvar alt er?", spyrja tey meg. Men eg veit tað bara, tí at eg hevði tað á hondum, eg føldi at tað var tað og tað plaggið, og legði tað síðani uppá pláss.
? Soleiðis læri eg meg at kenna øll klæðini, tí tey hava næstan øll sítt eyðkenni, sigur Ruth,
Er okkurt plaggið so blivið burtur, kann maðurin Sólbjørn finna uppá at siga: "Um mamma tykkara fer at leita, so finnur hon tað heilt sikkurt". Men børnini tey gevast ikki so, tí tey siga at tey hava leitað og leitaðum alt húsið.
? Men so kann eg gott fara, og har ? so finni eg tað plaggið, sum tey hava leitað eftir! Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men soleiðis er tað bara. Har er eitt ella annað.
Talandi vekt
Ruth dámar eisini sera væl at baka. Og júst nýbakaðar køkur er helst ikki tað fyrsta ein hugsar um, tá tað snýr seg um gerandisdag hennara.
Á borðinum liggja kortini nakrir sniglar í eini skál, - sniglar sum eru bakaðir til fínu vitjanina. Tað smakkast ikki munur á hesum sniglunum og "dem som mor ku? lave".
? Eg havi ein talandi vekt, og hon er ein ótrúlig hjálp hjá mær. Hygg her, eg skal vísa tykkum.
Ruth fer yvir í eitt hornaskap, og veit at í høgru síðu á aðru hill, har stendur henda talandi vektin. Hon setur hana á borðið, og leggur ein snigil á. Vektin svarar beinanvegin aftur: "Seksogtyve gram". Hon leggur ein snigil á aftrat, og vektin svarar nú "Fireoghalvtreds gram".
? Ja, henda vektin er ótrúlig og er ein stórur lætti hjá mær í tí dagliga. Tað er sum at hava eina arbeiðskonu aftrat sær í húsinum.
Múraði meg inni
Ruth hevur altíð havt vánaliga sjón. Tá hon var um 25 ár, tá byrjaði sjúkan av álvara at gera um seg ? so nógv, at hon ikki hættaði sær at fara út einsamøll, heldur ikki um dagin. Hon hevði ringt við at síggja pelar, kantar og trappur, og fór tí bert út saman við øðrum.
? Tað bleiv tí nokkso nógv til tað, at eg bara sat inni. Og soleiðis var tað í nógv ár, og bleiv at enda til tað, at eg mestsum múraði meg inni hjá mær sjálvari. Eg fór næstan ikki út fyri dyr. Maðurin, hann var til arbeiðis og børnini vóru ov smá til at vera fylgjarar hjá mær, og soleiðis varð tað bara til tað, at eg var bara heima.
? Tað ringasta var tó tað, at eg ynskti ikki at nakar skuldi vita at eg ikki sá ? at eg var blind. Øll sóu og vistu, at eg hevði brillur, men eingin visti, hvussu illa eg sá.
? Men so einaferð ... Eg haldi, ikki at tað eru meiri enn átta ár síðani, tá mamma ein dagin segði við meg: "Ruth, hví fært tú tær ikki eina brosju, sum vísir at tú sært illa?" Men nei, eg skuldi ikki hava eina slíka brosju. Tað skuldi eingin síggja, at eg var øðrvísi enn hini. Men so segði mamma aftur við meg: "Vilt tú heldur, at fólk halda teg vera undarliga ? ella kanska at tú ert full?" Tá broytti eg hugsan, og fór at hugsa um, at tað var nakað um tað sum hon segði.
Sær út sum eitt ellisheim
Rut tók seg tá saman, setti seg í samband við Blindastovnin, har Karin Kass gav henni tvær brosjur. Men hesar báðar brosjurnar fóru kortini í lumman.
? Tú, tað var veruliga soleiðis ... ja, tað sigur eitt sindur um, hvussu ringt tað egentliga var at viðurkenna, at eg hevði eitt brek: Eg hevði tær í lummanum, inntil eg var komin út um Jansstovugøtu. Ikki fyrrenn tá, festi eg brosjuna uppá jakkan. Eg ynskti ikki, at børnini her í grannalagnum skuldu arga míni børn við, at mamma teirra ikki sá nakað. Og tá eg so kom aftur úr býnum, tók eg brosjuna av, áðrenn eg kom inn aftur í Jansstovugøtu. So ringt hevði eg við at akseptera tað, at støðan var sum hon var.
? So gekk ein tíð, og so byrjaðu tey at tosa um, at eg burdi gingið við tí hvíta stavinum. Men tað var tað ringasta, sum tey kundu siga við meg: At eg skuldi fara út við einum hvítum stavi. Tað var kortini eingin vegur uttan um, - ynskti eg fara út úr húsinum, so mátti eg tað. Eg fór á skeið á Blindastovninum at læra meg at ganga við hesum stavinum, og mátti bara bíta tað í meg.
? Eg lærdi nógv á skeiðnum og tað gekk gott við stavinum, inntil ein drongur segði nakað við eldstu dóttur mína tann eina dagin: "Mamma tín sær út sum eitt ellisheim", tí eg gekk við stavi. Tá broytti eg hugsan, tí børnini hjá mær skuldu so ikki kenna sviðan av, at eg gekk við stavi. Eg gjørdi tí ikki mætari, enn at eg klappaði stavin saman og koyrdi hann í taskuna.
Læknin las meg av
Í august mánaði 2002 fór Ruth til samtalu hjá eygnalæknanum Kára Holm. Undir hesi samtaluni spurdi hann, um hon ongatíð hevði hugsað um at fingið sær ein førarahund.
? Førarahund?, sigi eg. Ein førarahund til mín?! Jamen, eg eri ikki blind! Men hann svaraði mær: "Tú ert í øllum førum skikkað til ein førarahund!" Eg svaraði honum, at eg visti um Una (Rasmussen, red.) og at hann sá púrt einki. Eg sá hóast alt mun á ljósi og myrkri. Men so svaraði Kári mær aftur: "Eg kann bara siga tær eitt: Tú ert ikki verri stillað við sjónini enn Uni". Eg bleiv so kløkk, tá hann segði tað, - ja, eg veit faktisk ikki, hvør bleiv mest kløkkur ? eg ella Sólbjørn ? av tí, sum læknin segði.
? Nei, segði eg. Førarahund ? nei, tað haldi eg ikki. Nå, men so fóru vit heim, og so spyr Sólbjørn meg, um eg ikki skuldi hugsa nærri um hetta við førarahundinum. "Taðvejden haldi eg, at tú skalt gera hetta, meðan tú ert ung og hevur førleikan".
? Treytin fyri at fáa førarahund var at ein skuldi kunna ganga fult og heilt við tí hvíta stavinum, og tað føldi eg ikki at eg kundi. Kári Holm sigur so við meg, at eg átti at farið niður á eitt intensivt skeið at læra meg at ganga við stavinum. Hann hevði longu lisið meg av, hvussu ringt eg hevði við at brúka stavin í Havn. Her kenna øll meg og eg kenni nógv, men í Danmark var øðrvísi.
Græt míni mødigu tár
Í november mánaði 2002 fór Ruth so til Danmarkar. Tað var eitt øgiliga stórt stig, tí hon skuldi vera niðri í ein heilan mánað.
? Eg græt míni mødigu tár á flogvøllinum ? oys, oys, oys, tað var ræðuligt! At skula vera niðri í ein mánað, var fyri mær sum ein evigheit. Eg hugsaði, hvat í víðu verð skal eg gera har niðri soooo leingi?
? Nå, men eg fór so avstað og var har niðri í ein mánað. Og tað má eg siga, - at hesin mánaðurin gjørdi nakað við meg og mína persónligheit: At eg kláraði at vera ein mánað burtur, og at eg hevði gjøgnumført hetta skeiðið, - tað er ótrúligt. Eg sá fyri mær, at eg longu eftir einari viku fór at melda pass og fara heimaftur.
? Eg kom so aftur til Føroyar, og í mars mánaði árið eftir (2003, red.) søkti eg um at fáa ein førarahund. Eg væntaði, at tað tók minst eitt ár at fáa ein slíkan, men longu 31. juli sama árið fekk eg handað hundin á flogvøllinum í Kastrup. Hetta var veruliga eitt vegamót fyri meg, tá eg fekk henda hundin. Tá hendi virkiliga nakað. Og hetta hevur virkiliga gjørt nakað við meg og okkum øll.
? Sjálválitið, - tað er kvinkað, eg veit ikki hvussu nógv stig uppeftir. Hugsa tær: Eg kann fara út, tá ið eg vil. Eg kann fara út, har sum eg vil. Nú eri eg so væl kend í Havn, at eg faktisk kann fara allastaðni, bara eg kenni leiðina.
? Og hetta her sjálvbjargnið, sum eg eri blivin í besiddilsi av. Tað er bara so ótrúliga deiligt. Alt hetta avspeglar eisini allan tann mátan eg eri uppá ? tað avspeglar, hvussu glað eg eri, og hvussu væl nøgd eg eri, og alt tað. Eg segði nemliga við Sólbjørg í gjár, at tað hendir nakað við mær fyri tíðina. Tað er nakað við hesum sjálvsálitinum sum ger, at eg betri tori at siga ymiskt, eg ikki gjørdi áður.
? Eg kann tí bara siga, at eg eri fantastiska glað fyri lívið. Eg føli at eg havi gott mót uppá framtíðina. Tí tað ber til at hava mót uppá framtíðina, hóast ein er blindur. Tað er púra sikkurt.
?????
Fimm ferðir?
Enda setningin: "At vera blindur er, at ..."
... vera avhengig av øðrum, og at fokusera uppá tað eg kann, og ikki á tað sum eg ikki kann. Tá følist avmarkingin ikki so stór.
Hvør persónur hevur havt størstan týdning fyri teg:
? Sum yngri: Foreldrini og omma og abbi
? Í dag: Sólbjørn (maðurin) og børnini
Um tú fekst sjónina aftur í dag, hvat hevði tú so fyrst hugt eftir?
? Eg hevði fegin viljað sæð familju mína, sum eg ikki havi sæð í 10 ár. Eg havi t.d. ongatíð sæð yngsta sonin, Petur, sum nú er sjey ár.
Hvat gleðir teg mest í tí dagliga?
? At eg eri frísk. At eg kann fara upp hvønn morgun, og at eg kann fara út fyri dyr. At eg kann fungera sum vanligt, hóast eg beri eitt brek.
Hvat er títt lívsmotto?
? At vera positiv, tí tað drívur verkið.
????
BLÁ BÓK
Navn: Ruth Thomsen
Fødd: 10.09.1967
Gift: Sólbjørn Thomsen
Børn: Trý - Ingibjørg (15 ár), Thomas Juul (13) og Petur (7)
Skúlagongd: Sjey ár í Adventistaskúlanum; Framhaldsdeild í Tórshavnar Kommunuskúla; FHS-prógv á Føroya Handilsskúla í Havn í 1985.
Starv: Útbúgvin handilslærlingur í Grifflinum í 1988; arbeiddi eftir tað eitt ár í Nýggja Bókhandli. Síðani komu børnini, eins og sjónin viknaði. Ikki arbeitt síðani. Frá 1. januar 2005 Umsorganarráðgevi fyri limirnar í Blindafelagnum.
Frítíð: Nevndararbeiði í Blindafelagnum