Eg kann rúka næstu ferð

- Stemingurin eftir kappingina fríggjakvøldið var sum til eina jarðarferð. Tað er syrgiligt, at sangarar skulu koyrast úr kappingini, og bæði luttakarar og dómarar grótu, sigur Anna Nygaard. Hon stúrir fyri at enda í vanda fríggjakvøldið

Tárini trillaðu. Eingin dugdi at verða glaður fyri at koma víðari í kappingini. Og sjálvt dómararnir klemmaðu hvønn annan.

X Factor kappingin í Danmark, har føroyska Anna Nygaard er við, er blivin ein gróthørð kapping, har kenslurnar fara við teimum flestu. Hvørja viku verður ein luttakari sendur úr kappingini, men tað er ikki uttan grát og tannagrísl.

- Vit arbeiða so tætt saman øll og hava eitt so gott forhold, at tað er ræðuligt, tá ið onkur skal koyrast úr kappingini, sigur Anna Nygaard.

- Fyri meg persónliga var fríggjakvøldið tann størsta marran. Tine er blivin mín nýggja lítlasystur, og Daniel er mín besti vinur í kappingini. Tá tey sungu umaftur fríggjakvøldið, tútbrølaði eg.


Jarðarferð

Tað sást eisini á skíggjanum, at nógvar kenslur eru við í spælinum. Hetta er uttan iva ein partur av orsøkini til, at X Factor er so gott sjónvarpsundirhald, men fyri tey, sum standa mitt í støðuni, er tað ikki so so undirhaldandi.

- Stemingurin eftir kappingina fríggjakvøldið var sum til eina jarðarferð. Tað er syrgiligt, at sangarar skulu koyrast úr kappingini, og bæði luttakarar og dómarar grótu og klemmaðu hvønn annan, sigur Anna Nygaard.

Sjálv stúrir hon eitt sindur fyri, at hon skal enda í vanda og kanska verða koyrd úr kappingini.

- Vit eru so fá eftir í kappingini, at nú kunnu vit øll enda í vandabólkinum. Vit eru bert trý, sum ongantíð hava verið í vanda, men tað kann verða, at onkur av okkum kemur í vanda fríggjakvøldið. Tað kann líka so væl verða eg, sum rúki næstu ferð, men eg havi gott mót til næsta umfar.


Vil í finaluna

Fimm luttakarar eru eftir í X Factor kappingini, og trý av teimum sleppa í stóru finaluna, sum verður í Parkini síðst í mars.

- Mítt stóra mál er at koma í finaluna, men eg veit, at kappingini er sera hørð um finaluplássini, sigur Anna Nygaard.

Og hon viðurkennir, at hon kennir seg ikki trygga um, at hon kann røkka finaluni.

- Eg eri nervøs. Eg vil so gjarna í finaluna, og tað virkar eisini, sum at fólk vænta av mær, at eg skal koma so langt. Men allir sangararnir eru so góðir, so einki er vist, sigur Anna Nygaard.