Vit skulu ikki býta heimin sundur í vinir og fíggindar – og eg kenni einki til, at russarar eru okkara fíggindar. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú talan er um at seta ein hernaðarradara upp í Føroyum.
Tað er óneyðugt at seta ein radara upp í Føroyum at verja okkum ímóti russarum, men eru tað onnur, sum uppfata russarar sum sínar fíggindar, er tað teirra søk, leggur hann afturat.
Hann sigur, at vit hava eitt serstakliga gott samstarv við russarar, og vit hava eitt gott samstarv við fleiri onnur lond og tað hevur stóran týdning, at vit varðveita góð viðurskifti við øll lond. Hann heldur eisini, at nógvir føroyingar hava stutt minni, tí tað eru bara nøkur fá ár síðani, at okkara sokallaði vinir í vesturheiminum settu sær fyri at beina fyri føroyskari fiskivinnu og boykottaðu okkum - eisini Danmark, sum vit eru í ríkisfelagsskapi við.
Hann minnir eisini á, at vit hava gingið við húgvuni í hondunum fyri at fáa eina betri marknaðaravtalu, tí skulu vit útflyta eitt blikk av makreli til ES, skulu vit rinda rættiliga nógvan toll. Men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás og landsstýrismaðurin sigur, at skal ein radari setast upp í Føroyum, eiga vit at fáa eina fríhandilsavtalu.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá á FM1.