Lesur tú føroyskar bøkur?
- Jú, eg lesi altíð onkra bók - og av og á eisini føroyskar bøkur.
Tað sigur Erlendur Simonsen.
Hvørjar bøkur lesur tú?
- Ævisøgur, eitt nú Madeleine Albright, John Fogerty, Hulda Garborg og Margaret Foverskov (Den Grønne Kasse).
Erlendur Simonsen sigur, at hann lesur eisini bøkur um tónleik og bøkur um lond, eitt nú um Russland.
- Eg havi lisið allar bøkurnar hjá Herbjørg Wassmo á norskum, og eg havi lisið tær fyrstu bøkurnar hjá Kim Leine.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- Á náttborðinum liggur “Sovjetistan” hjá Eriku Fatland á norskum, og eg havi eisini lisið ”Grensen”.
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Jaaa... er stutta svarið hjá Erlendi Simonsen.