Í gjárkvøldið høvdu vit grein her á In.fo um royk og myrkan himmal, sum í hesum døgum liggur yvir vesturstrondini á Grønlandi.
Bæði Grønlands Politi og veðurfrøðingar hjá DMI siga, at talan er ikki um eld, sum onkrir íbúgvar hava hugsað, men um eitt fyribrigdi, sum stavar frá skógareldi í Kanada.
Íbúgvar hava undrað seg yvir luktin og myrku luftina yvir fleiri býum og bygdum kring grønlendsku vesturstrondina.
Løgreglan vissar um, at tala ikki er um nakran eld í Grønlandi, men at roykurin, sum kennist í næsunum, kann vera keðiligur fyri fólk, sum hava lungnasjúkur.
Í mongun hava vit á In.fo fingið myndir sendandi úr Nuuk, sum vísa, at her liggur eitt tám av royki yvir býnum. Veðurfrøðingar siga, at támið helst verður liggjandi í nakrar dagar.
- Eg má vísa tær myndir úr Nuuk, er teksturin, sum fylgir myndum og filmsbrotum, sum vit hava fingið frá føroyingi í grønlendska høvuðsstaðnum.
Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sigur, at eingin vandi er á ferð hjá fólki, sum eru frísk. Men, líður tú av astma ella øðrum lungnasjúkum, kann roykurin kennast keðiligur.
- Tí er tað okkara tilmæli, at fólk við lungnasjúkum halda seg innandura, um tey merkja, at roykurin er til fortreð, sigur landslæknin.
##med2##