Eg sá at tað fór at enda galið

39 ára gamli Jóhan Jacobsen arbeiðir sum lívbjargari í Svimjihøllini í Havn. Her er hansara uppgáva m.a. at ansa eftir teimum 150.000 fólkunum, sum árliga vitja í hylunum. Einaferð bjargaði hann einari smágentu.

Hvat ger ein lívbjargari?
- Vit ansa eftir øllum tí sum fer fram í høllini. Og so vaska vit eisini í høllini og í umklæðingarrúmunum. Annars skulu vit taka lívbjargingarroyndina eina ferð um árið.
 
Hevur tú verið úti fyri at bjarga onkrum í hylinum?
- Ja, -  einaferð bjargaði eg einari smágentu. Mamman svam aftur og fram í stóra hylinum, tá gentan brádliga fór úr barnahylinum og leyp í tann stóra hylin. Hon leyp útí, og tá fóru armringarnir av, soleiðis at gentan fór beint á botn. Eg sá at tað fór at enda galið beinanvegin, tá ið hon leyp, og fekk bjargað henni.
 
Er tað ikki ringt at halda eyga við øllum tí sum fer fram í hylunum?
- Vit eru tvey fólk úti í høllini samstundis, so vit supplera hvønn annan. Tey sum svimja kunnu tí føla seg trygg allatíðina.
 
Tá tú ikki ert til arbeiðis  hvat gert tú so?
- Tá eri eg saman við vinfólkum og gangi túrar. Annars svimji eg eitt sindur.
 
Hvørjum vilt tú heilsa?
-         Eg vil fegin heilsa familju og vinfólkum.