? Eg sá hann á staðnum

Hósdagin vórðu tey fyrstu vitnini avhoyrd í Marco Polo málinum, ið nú eisini fevnir um eldásetingina á Skáan í 1997. Eitt av vitnunum, ið avhoyrd vórðu, segði seg hava sæð ákærda nærhendis Marco Polo, um tað mundið eldurin kyknaði í matstovuni.

? Tá vit komu niðan framvið gosbrunnin, sá eg ákærda koma niðan eftir Sverrisgøtu og fara inn í smoguna til Marco Polo, segði eitt av høvuðsvitnunum hjá ákæranum í rættinum hósdagin. Talan er um eina gentu, ið hevði arbeitt leingi náttina til 19. oktober 1998, tá eldur varð settur á matstovuna Marco Polo. Hon var liðug at arbeiða klokkan hálvgum tvey hesa náttina. Tað sá hon á stemplikortinum. Eftir at gentan var liðug at arbeiða, roykti hon eina sigarett, og fór hon síðan saman við beiggja sínum, ið arbeiddi saman við henni, til hús.

Gentan metti, at klokkan var einar tíggju minuttir yvir hálvgum tvey, tá hon og beiggi hennara gingu niðan gjøgnum gongugøtuna, framvið gosbrunninum við kondittaríið. Hon segði í rættinum, at tá tey gingu framvið gosbrunninum, hugdi hon oman gjøgnum Sverrisgøtu, og sá hon ákærda koman niðan gjøgnum gøtuna og smoyggja sær inn gjøgnum smoguna til matstovuna Marco Polo. Gentan segði, at hon kennir ákærda av útsjónd, av tí at tey eru uppvaksin í somu oyggj.


Kavi og ringt sýni

Verjin royndi at føra fram, at orsakað av, at tað kavaði hetta kvøldið, átti sýnið at verið so mikið vánaligt, at gentan ikki kundi sæð andlitið á ákærda. Men gentan vísti á, at sýnið ikki var so vánaligt, hóast tað kavaði. Hon segði, at ikki var langt millum ákærda og hana, tá hon sá hann í Sverrisgøtu. Harafturat segði hon, at hon sá beint í andlitið á ákærda, tá hon hugdi upp.

Sum áður nevnt, fylgdist gentan við beiggja sínum hetta kvøldið, og varð hon tískil í rættinum spurd, um hon ikki hevði sagt beiggja sínum frá, tá hon sá ákærda. Til hetta svaraði hon, at tey tosaðu ikki so nógv hetta kvøldið. Tey skundaðu sær heim í tí ringa veðrinum, og tí gingu tey bara. Hon legði afturat, at hon ikki hevði illgruna um nakað, tá hon sá ákærda, og var tískil eingin orsøk at siga beiggja sínum frá. Gentan segði, at tá hon sá ákærda fara inn gjøgnum smoguna til Marco Polo, hugsaði hon bert, at tað var løgið, at ákærdi gekk har so seint á kvøldi.

Dagin eftir hevði gentan frætt um eldin frá einari vinkonu, og tá kom henni til hugs, nær hon hevði gingið framvið gosbrunninum, og at hon hevði sæð ákærda á staðnum um tað mundið.


Onki sæð

Tá liðugt var at avhoyra gentuna, ið var eitt av høvuðsvitnunum hjá ákæranum hendan dagin, varð bróðir hennara førdur inn í rættarsalin. Hann var inn-kallaður sum vitni hjá verjanum.

Bróðurin hevði hetta sama kvøldið verið til arbeiðis saman við systur sínari. Hon hevði hetta kvøldið lært hann upp á arbeiðsplássinum, av tí at hann var nýggjur í starvinum.

Bróðurin hevði somu frágreiðing sum systurin. Hann segði, at tey bæði høvdu stemplað út klokkan hálvgum tvey og royktu síðani eina sigarett, áðrenn tey fóru til gongu niðan gjøgnum gongugøtuna. Bróðurin hevði tó ikki sæð nakran í Sverrisgøtu, tá tey gingu framvið gosbrunninum. Hann segði, at hann als ikki hevði lagt merki til, at nakar var úti hesa náttina. Hann hevði bert hugsað um at koma heim sum skjótast.

Tó søgdu bæði, at tey høvdu sæð ein bil standa niðri við Sjómansheimið við tendraðum lyktum, og nærhendis Steinatúni løgdu tey merki til ein løgreglubil.


Nógv vitni

Málið um Marco Polo eldin helt áfram í gjár, eftir at blaðið fór til prentingar. Nógv vitni eru at avhoyra í málinum. Tey eru 13 tilsamans. Hósdagin vórðu 6 av hesum vitnunum avhoyrd, so enn eru nøkur eftir.

Ikki kann sigast, nær dómur fellur í málinum, tí málið fevnir nú um tríggjar skuldsetingar og okkurt av vitnunum er statt uttanlands, og hevur ikki møguleika at koma heim beinanvegin.


Hótt stjóran

Tá tann ákærdi arbeiddi í Pizzaria, ið er ein partur av Skáanum, gjørdist hann ógvuliga skjótt ósamdur við leiðaran. Ósemjurnar vóru nøkulunda tær somu, sum tær í Marco Polo málinum. Ákærdi var ósamdur við leiðaran um innkeyp og annað, og vitnaði leiðarin í Skáanum, at ákærdi ofta helt seg hava meira at siga, enn hann hevði. Hann tók alt ov ofta óbiðin leiðaraleiklut.

Tað kom fram í rættinum, at eftir mangar ósemjur millum ákærda og leiðaran, varð ákærdi uppsagdur. Tá tann ákærdi bleiv uppsagdur í Skáanum, gjørdist hann í øðini. Hann hótti stjóran fleiri ferðir, bæði á nátt og degi, vitnaðu eigararnir av Skáanum. Sagt varð, at tann ákærdi hevði sagt, at eigararnir av Skáanum ikki skuldu sleppa væl frá hesum. Ein eigari førdi somuleiðis fram, at ákærdi hevði verið inni í Skáanum vikuna áðrenn eldin, og tá hevði hann sagt, at eitt ella annað fór at henda bygninginum.

Seinni varð eitt annað vitni hjá ákæranum avhoyrt, ið kendi tann ákærda. Hesin segði, at ákærdi einaferð edrúur hevði sagt við hann, at eldur átti at verið settur á Skáan, tí leiðarin var eitt reyvarhol. Vitnið segði tó, at hann ikki hevði tikið hetta í álvara.

Eisini segði sama vitni, at ákærdi einaferð hevði sagt við hann, meðan teir vóru í býnum, at teir skuldu fara og sorla hurðina til Marco Polo sundur. Tá hevði vitnið spurt hann í skemti, um hann ikki hevði lykil, og hann svaraði jú.


Stórir skaðar

Ákærurnar í málinum eru, at hava goldið fyri at fáa sett eld á Skáan tann 11. februar 1997, har skaði hendi fyri 85.000 krónur, at hava sett eld á Marco Polo náttina til 19. oktober 1998, har skaði hendi fyri hálvaaðru millión, og at hava stolið millum 2.000 og 3.000 krónur úr einum pengakassa, ið var goymdur í frystaranum hjá Marco Polo, hesa somu nátt.

Ákærdi er sjálvur Partaeigari í Marco Polo og hevur eisini arbeitt í Skáanum, ið hann er skuldsettur fyri at hava goldið fólki fyri at seta eld á. Í báðum støðum gjørdist ákærdi ósamdur við leiðararnar.

Ákærdi noktar seg sekan í øllum ákærunum.