Eg sjólívið valdi. . .

Ringi sjóverkurin á ferðini heim hevur ikki rætt 15 ára gomlu Gunnhild Thomsen úr Klaksvík, sum hevur verið í starvsvenjing umborð á Bliki

Hesar tvær vikurnar Gunnhild Thomsen úr Klaksvík hevur verið í starvsvenjing umborð á farmaskipinum Bliki hava ikki stygt hana frá sjólívinum. Veðrið var ringt á veg til Føroya, tað rullaði illa og sjóverkurin gjørdi um seg. Men hon var onga løtu bangin.

- Eg visti ikki av, at eg var so ring í sjóverki fyrr enn nú, sigur Gunnhild.

Hon er 15 ár og gongur í 9. flokki í skúlanum á Ziskatrøð. Hetta er fyrstu ferð, hon hevur verið í starvsvenjing, og øll trý ynskini um starvsvenjingarpláss vóru umborð á skipi, Eimskip, Vaktar- og Bjargingartænastuni, og Bliki.

- Eg vildi burtur og royna okkurt annað, tímdi hvørki í starvsvenjing í Klaksvík ella Havn, sigur Gunnhild.

Hon letur væl at túrinum, fólkini umborð vóru ógvuliga fitt og fyrikomandi, og skipið gott at sigla við hóast tað rullaði nakað illa á heimferðini. Túrurin tók tvær vikur, har ein vika var sigling innanlands í Danmark, millum býirnar í Jyllandi og Sælandi.

- Eg havi fyrr verið í øllum býunum, sum vit løgdu inn í á túrinum, sigur Gunnhild.

Umborð var Gunnhild fyri tað mesta í galluni, har hon hjálpti til við matgerðini og reingerðini. Har arbeiðir ein messugenta, sum Gunnhild var nógv saman við í fríløtunum. Ragnar úr Øravík var eisini í starvsvenjing við Bliki henda túrin.

Um Gunnhild eftir lokna skúlagongd velur sjólívið so ella so, er nakað tíðliga at siga nakað um enn. Tað kundi verið, sigur hon, men nú hevur hon heystfrí og ætlar sær at njóta frítíðina.