... men huvssu ógvisliga raka yvirtøkur og blokkniðurskurður í veruleikanum?
Vit hava lækkað blokkin og fastfryst hann fyri hálva milliard. Hetta er uml. sama upphædd, sum hallið á fíggjarlógini er ídag.
Blokkurin er uml. 615 mió ídag.
Taka vit blokkin, blokkniðurskurð, fastfrysting og aðrar veitingar, so er talið uml. 1.4 milliard.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012, verður roknað við at landskassin fær 1,4 mia. inn í vanligum inntøkuskatti í 2012, so um alt skal fíggjast við skattahækking, so má landsskatturin tvívaldast
Tjóðveldi vil hava fólkatalið upp á 55.000 fólk, men hvør fer at tíma at búgva í einum landi, har skattatrýsti er uml. 70%, samstundis sum kostnaðarstøðið er tað hægsta í verðini?
Hetta er í stuttum at undirgrava alt, sum hevur við persónligt frælsi at gera. Kvetta vit øll bond við Danmark ídag, so ríkur vælferðarsamfelagið og vit verða øll skattatrælir.
Útjaglaði frælsisretorikkurin er tíverri vorðin til religión, har trúgv hevur meir at siga enn fakta.