Sóley Danielsen var bert seks ára gomul, tá ið hon fyrstu ferð steig á pall fyri at spæla sjónleik. Síðani hava sjónleikur og pallframførsla verið ein týðandi partur av hennara lívi og gerandisdegi.
– Eg varð drigin av at standa á palli og byrjaði longu sum barn at spæla sjónleik. Eg havi altíð havt gott hugflog og evni at innliva meg í tað, sum eg upplivi, og við árunum dugdi eg at síggja, hvat góður sjónleikur veruliga kann, sigur Sóley Danielsen við Sosialin í dag.
– Sjónleikur kann koma inn á evni, sum eru trupul at tosa um, og hann kann lýsa tingini frá fleiri vinklum. Sjónleikur kann átaka sær ein leiklut í samfelagnum, sum eingin annar fær, og hann kann geva eina nuaniseraða mynd av ymiskum viðurskiftum, sigur hon.
Sóley Danielsen fór í 2009 á sjónleikarskúla í Onglandi – Kogan Academy of Dramatic Arts – har hon tók eina fimm ára útbúgving, eina master, í Science of Acting, og eftir útbúgvingina kom hon heimaftur til Føroya og hevur síðani fingist við at spæla sjónleik og at undirvísa børnum og ungum í sjónleiki.
– Eg sleppi at liva fleiri lív. Eg livi mítt vanliga lív sum Sóley, men so sleppi eg eisini at vera ein heks, ein víkingur ella okkurt annað. Eg sleppi at uppliva at vera ónd, glað ella góð innan fyri nakrar karmar, sum ikki eru okkara vanliga verð. Tað er sera spennandi og stuttligt, sigur Sóley Danielsen.
Longri samrøða við Sóley Danielsen kann lesast í Sosialinum í dag.