Tað var sjálvandi deiligt at vinna, men ikki minst, so haldi eg tað vera gott, at vit fáa somikið nógv mál burtur úr yvirvágini.
Sjálvur skeytst tú enn einaferð mál við beinleiðis frísparki. Hesa ferð úr 35 metrum. Er tað vanligt, at tú skjýtur eftir málinum úr slíkari fjarstøðu?
Í øllum førum, sum liðið hjá okkum er nú. Vit hava fáar spælarar, sum veruliga kunnu hótt við deyðbóltum, og tí ræður bara um at knalla til.
Og er tað nakað, sum tú venur serliga nógv? Tað veit eg ikki. Um veðrið er gott, so kann eg væl standa eina løtu eftir venjingina, men tað er ikki nakað, sum eg havi lagt í nakra serliga fasta legu, sigur skotsterki tvøramaðurin at enda.