– Eg taki beltið við mær til Føroya

– Eg visti væl, at eg fór at vinna. Eg hevði verið skuffað, um eg ikki hevði vunnið, sigur Sarah Mahfoud

– Dagurin hevur verið so merkiligur, og nú kann eg bara standa her og vera rólig, so eg havi tað ordiliga gott. 

Soleiðis sigur Sarah Mahfoud, sum nú kann kalla seg heimsmeistara í boksing og kann erpa sær við fína gull-beltinum, sum hon fekk í kvøld.

Tað sást týðiliga, at Sarah var tann mest dominerandi av henni og Brenda Carabajal í ringinum í kvøld.

– Eg føldi ikki ordiliga, at hon kom inn og tók dystin við mær og tímdi at vera har. So eg føldi, at eg stýrdi dystinum alla tíðina, sigur hon við in.fo.

– Eg visti væl, at eg fór at vinna. Eg hevði verið skuffað, um eg ikki hevði vunnið, sigur Sarah Mahfoud, tá hon verður spurd, hvussu kenslan var, beint áðrenn stigini frá dómarunum vórðu rópt upp.

Mikudagin fer hon til Føroya, har hon ætlar sær at taka sær av løttum.

– Eg taki beltið við mær og fari at vísa tað fyri ommu míni, sigur Sarah, sum er fegin fyri góða stuðulin, hon fekk frá sínari føroysku familju og vinum, sum høvdu føroysk fløgg við sær til dystin.

##med2##

Sí eisini: Sarah fer í ringin við tónum frá Eivør