Hvussu leingi hevur tú arbeitt í Útvarpinum, og hvat dámar tær hetta arbeiði?
- Eg byrjaði vist nokk í ÚF í 1999 við sendingini "Løg mær dámar". Eftir hetta vant tað upp á seg. Eitt nú bleiv eg m.a "hijackaður" av Ivani Niclasen, táverandi programleiðara, til kappingarneytan SvF at gera Prix Føroyar í 2001. Síðan tá havi eg fingist við alskyns ”halløj” í KvF.
Tað sigur Tróndur Vatnhamar, sum In.fo hevur sett nakrar spurningar á seksi ára degnum hjá Útvarpinum.
Hvør er tín høvuðsuppgáva í starvinum, og gert tú aðrar uppgávur eisini?
- Í dag fáist eg við at samskipa Gekkin, ítrótt og eitt sindur av PR. Eisini geri eg ymiskar sendingar, eitt nú Vikuskiftissendingina og Koba & Vatnhamar - ella í framtíðini Vatnhamar & Koba.
Er Útvarpið nógv broytt hesi árini, tú hevur verið í starvi hjá stovninum?
- Ja, eg haldi, at tað er broytt ómetaliga nógv, serliga til tað betra. Í dag er alt digitalt, og tað má nokk vera tað størsta frambrotið, sum er hent eftir mínum tykki... og so eisini tað, at stovnarnir eru lagdir saman.
Hvat hevði tú gjørt øðrvísi, um tú hevði leiðsluábyrgd í Útvarpinum?
- Eg hevði søkt eftir einum - helst trivaligum - húsavørði skjótast tilber og skaffa fleiri parkeringspláss.
Hevur tú nakra yndissending, sum tær serliga dámar at lurta eftir?
- Skal siga tað akkurát, sum tað er, so eri - ella var eg - fjeppari av sendingini SURK, men hon er tíverri ikki til longur. Annars eru allar sendingar - uttan Finn Koba - frálíkar, sigur Tróndur Vatnhamar brosandi.